Kravið var ein sigur til Olaf Berg í toppdystinum ímóti Terja Petersen, Skírisdag, í 7. umfari í FM í talvi fyri einstaklingar, sum verður telvað á Giljanesi. Onki annað kundi nýtast í oddastríðnum um FM-heitið. Og tað eydnaðist. Eftir 12 leikir valdi Olaf at lata frúnna fyri riddara og rók. Sálarliga vísti tað seg vera rætta valið, men ivaleyst verður kannað dúliga, um hetta yvirhøvur kann vera rætt telvað. Terji misti líkasum stevið eftir átakið frá Olafi, men tá samanumkom restaði í veruleikanum ikki nógv í, at í minsta lagi javnleikur kom til høldar. Ein satt oddabrak !
Les meira »