Jákup Thomsen lagt kongin

OL_84_Lidid

OL_84_Lidid
Vit vistu,  at Jákup Thomsen var álvarsliga sjúkur og neyvan fór at vinna førleikan aftur. 
Í gjár komu boðini , at hann var farin,  sjeytitrý ára gamalur. 
 
Jákup vaks upp í Tórshavn. Tey vóru fimm systkin.  Jákup,  Kjeld, ið var okkum í Havnar Telvingarfelag hollur stuðul, 
men sum bráddliga legði árarnar inn alt ov tíðliga, Tummas Pauli, Margreta og Matilda. 
Fyrstu fimm árini búði hann millum Niels Finsensgøtu og Tórsgøtu í húsunum, har biografurin hjá Dia í Bø var. 
Hesi húsini átti abbi hansara, og her búði Jákup til 1945, tá familjan flutti út í Hornabø.
 

Les meira »

Aðalfundurin

Aðalfundur  á Toftum 7. sept 2013

Skrá sambært lógunum:

  • Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári

  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

  • Nevndarval

  • Val av 2 grannskoðarum

  • Val av 2 dómsnevndarlimum

  • Innkomin uppskot

  • Limagjald

  • Ymiskt

Les meira »

Úrslit GP1 og 2

Talvárið er so smátt farið ígongd, og tvær tær fyrstu Grand Prix kappingarnar hava verið.

 

Tann fyrsta, sum var ein snarkapping, varð hildin í Klaksvík. 

Sjálvt um tunnilsdagur var og hópin av fólki í býnum, so møttu bert 8 telvarar í Skákinum.

Slaktið hevur helst eisini havt sína orsøk; ikki bert góðu tilboðini í handlunum. 

Les meira »

Frásøgn frá Riga Technical University Open

HDZ

HDZ

Riga Technical University Open (RTU Open) varð hildin í døgunum 5. – 11. august 2013. Kappingin er vaksin nógv, síðan hon fyrstu ferð varð hildin í 2011, og í ár tóku 173 telvarar lut, harav 27 stórmeistarar og 27 altjóða meistarar. Eg var styrkismettur sum nummar 30. Fyrireikararnir høvdu sett ratingkrav á 1800 fyri at sleppa við, og tað gjørdi sítt til, at støðið var væl hægri, enn vanligt er í so stórum kappingum.

 

Les meira »