Høgni svaraði aftur Rúni T. Jacobsen vann fyri fyrstu ferð í hesi kappingini, og nú er Høgni Egilstoft Nielsen eitt hálvt stig aftanfyri tveir teir fremstu í NM kappini í skúlatelving Annar kappingardagurin í norðurlendsku kappingini í skúlatelving, sum hetta vikuskifti er í Klaksvík, er av. Í dag riggaði tað tøknliga soleiðis, sum tað varð vónað og væntað. Tað vil siga, at tað bar til at fylgja talvunum beinleiðis á netinum. Tað verður telvað á Hotel Klaksvík – á Sjómansheiminum – og har verður fimta umfar sunnudagin klokkan 10. Sætta og seinasta umfar verður sunnudagin klokkan 16. Luttakararnir fara av aftur landinum mánadagin. A bólkurin (1995-1998) Sæð við føroyskum eygum var stóri spenningurin í dag, hvussu tað fór at hilnast hjá Høgna Egilstoft Nielsen í bólki A, ið eru teir, sum eru føddir 1995-1998. Eftir at hann fyrrapartin tapti í triðja umfari, so eydnaðist tað Høgna seinnapartin at reisa …
Les meira »