Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar Talvfelag

PHP__NS

PHP__NS

Petur Hans Poulsen, formaður í Klaksvíkar Talvfelag og Marner Mortensen, sparikassastjóri

 

Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar Talvfelag

 

Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Talvfelag hava undirskrivað stuðulsavtalu galdandi fyri kappingarárini 2010/2011 og 2011/2012.Klaksvíkar Talvfelag er virknasta talvfelagið í Føroyum. Felagið telur uml. 40 virknar telvarar, umframt hvílandi limir.

Les meira »

Innbjóðing HT-Open

Hervið verður bjóðað til HT OPEN 2010 talvkappingina í hølum Havnar Telvingarfelags í døgunum 05.-07. nov. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2010/11.

Les meira »

Lógir fyri Talvsamband Føroya

Lógir fyri Talvsamband Føroya §1 Navn felagsins er Talvsamband Føroya. §2 Endamál felagsins er at samskipa telving í Føroyum. Harumframt at umboða føroyska telving úteftir og annars at nøra um talváhugan og kunnleikan í Føroyum. §3 Ein og hvør kann gerast limur í talvsambandinum, bæði talvfeløg og einstaklingar. Tó hava bert feløg atkvøðurætt á aðalfundi. Fyri at eitt felag kann roknast sum serstakur limur í talvsambandinum, má tað hava minst 3 limir. §4 Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Á aðalfundi verður hvørt felag umboðað av einum manni fyri hvørjar 10 limir, ið felagið hevur. (Hetta skal skiljast soleiðis, at feløg við upp til 10 limum hava rætt til ein umboðsmann, 11-20 limum tveir, 21-30 tríggjar o.s.fr.) Regluligur aðalfundur, sum skal kunngerast í minsta lagi 1 mánaða frammanundan, verður hildin á hvørjum ári í februar við hesi dagsskrá: 1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári 2. Framløga av grannskoðaðum …

Les meira »

Leiðbeining um rating

Leiðbeining um rating Greitt verður frá um: Tá tú telvar uttanlands Tá tú telvar í Føroyum Fyriskipan av kappingum í Føroyum Snarkappingar Swiss Perfect forritið   Tá tú telvar uttanlands Tá ið tú telvar í útlendskum kappingum við vanligari umhugsunartíð, og sum vanliga verða rataðar, hevur tú skyldu til – sum limur í TSF – at senda úrslitini frá kappingini til ratingnevndina innan 14 dagar eftir, at kappingin endaði. Hetta skal gerast, hóast kappingin er at finna á onkrari heimasíðu. Tað, sum skal sendast inn, er: Hvør kappingin var og hvarr Nær hon fór fram Hvørjum tú telvaði ímóti, og hvaðani hann er Hvat úrslitið var ímóti hvørjum telvara Hvat ratingtal hvør telvari hevði. Í fyrsta lagi skal altjóða ratingtalið sendast inn. Hevur hesin einki altjóða tal, skal nationala talið innsendast. Finnur tú einki tal hjá telvaranum, so boða frá tí. Týdningarmikið er, at tú sendir úrslitini inn, hóast tú …

Les meira »

Ferðasteyp

Reglur um ferðasteyp Er ferðasteyp í eini einstaklinga- ella liðkapping, gerst tað ogn: Um sami telvari ella sama felag vinnur trý ár á rað Um sami telvari ella sama felag vinnur fimm ferðir íalt innanfyri tíggju ár Hjá tí telvara/felag, sum hevur flestar sigrar, tá tíggjur ár eru umliðin; stendur á jøvnum millum tveir/tvey ella fleiri, verður avgerandi dystur telvaður millum viðkomandi.

Les meira »

Dómarin í liðkappingini

Reglur fyri dómaran í liðkappingini §1 Dómarin skal ansa eftir, at dysturin verður telvaður sambært galdani reglum hjá TSF eins og hann skal syrgja fyri, at reglugerð TSF er til staðar í talvhølinum, meðan telvað verður. §2 Áðrenn dysturin byrjar, skal hann kanna eftir: at talvfólkið er sett rætt upp og at talvklokkur eru í lagi. at telvararnir á liðnum eru settir í samsvar við styrkilistan hjá felagnum at talvborðini eru sett soleiðis, at leikararnir ikki órógva hvønn annan ella verða órógvaðir av áskoðarum, og at friður er í talvhølinum. §3 Dómarin skal seta klokkurnar í gongd til ásetta tíð. Hetta er eisini galdandi, sjálvt um ikki allir telvaranir eru møttir. §4 Dómarin skal senda ein fullfíggjaðan dómaraseðil og avrit av øllum talvunum til kappingarleiðaran í seinasta lagi 3 ( tríggjar ) dagar eftir, at talvdysturin er telvaður. Dómaraseðilin skal vera undirskrivaður av báðum liðformonnunum og dómaranum. §5 Dómarin skal …

Les meira »

Almennar reglur

Almennar reglur §1 Almennar kappingarreglur. Er ikki annað ásett í kappingarreglunum ella innbjóðing fyri ávísa kapping, eru altíð FIDE reglurnar galdandi. Er ivamál um, hvussu FIDE-reglurnar skulu skiljast, er enska útgávan galdandi. Øll kappingarhølir skulu vera roykfrí. Fyrireikarar kunnu hava serlig hølir fyri roykjarar. §2 Allýsing av føroyingum, útisetum og útlendingum. Undir heitið føroyingur er eisini útlendingur, sum hevur fastan bústað í Føroyum og hevur havt hann í tvey ár. Útiseti er føroyingur, sum er burturstaddur í eina tíð í lestrar ella líknandi ørindum.    

Les meira »

Liðkappingin – úrslit

lidkapping2

lidkapping2

Úrslit frá liðkappingini - sí leinkju á vinstra bredda.

Dysturin í unglingadeildini millum Havnin A - Havnin B er útsettur mánakvøldið 1. november.

GP 1, snartalv – úrslit

lidkapping2

lidkapping215 telvarar vóru við í fyrstu Grand Prix kappingini, sum varð telvað ídag. Av teimum 15 vóru bert 5, ið høvdu undir 1900 í rating, so kappingin var sera sterk.

Men tá ið tað kemur til snartalv, er helst eingin ivi um hvør er fremstur innan akkurát hettar økið. Enn eina ferð staðfesti Helgi Dam Ziska, at hann er øgiligur í snartalvi. Helgi vann kappingina við 8 av 9 møguligum - onki tap. Nr. 2 gjørdist John Rødgaard við 7 stigum og Finnbjørn Vang varð nr. 3 við 6,5 stigi.

 

Les meira »