Terji heldur tørn: Lagnutalv Skírisdag !

 

Terji Petersen, úr Klaksvík, vardi leiðsluna uppá 1½ stig í Landsliðsbólkinum í 6. umfari í FM í talvi fyri einstaklingar, sum verður telvað á Giljanesi. Eftir sera drúgvt talv ímóti Torkil Nielsen seinnapartin, eydnaðist, við tógvið stríð, at hála sigurin heim. Ein sannur arbeiðssigur á fyrrverandi FM-vinnaranum úr Sandavági og enn eitt týðandi fet ímóti at enda ovastur, tá seinasti leikur er fluttur leygardagin.

Les meira »

Terji Petersen greitt á odda í FM á Giljanesi

 

Nú 5 umfør eru telvað í FM í talvi fyri eintaklingar 2010, sum í hesum døgum verður telvað á Giljanesi, hevur Terji Petersen, úr Klaksvík, lagt seg á odda við heili 1½ stigi í landsliðsbólkinum. Hóast styrkimettur sum nr. 6 í kappingini, hilnast sera væl higartil við 4 sigrum og einum javnleiki. Harvið verður hildið fast um sera góða gongd í inniverandi kappingarári, har talan gjørdist um 8 sigrar av 9 møguligum í júst endaðu liðkappingini fyri FM-vinnararnar úr Klaksvíkini. 

Les meira »

Tannáringar innrás í Landsliðsbólkinum

  FM í talvi 2010 fyri einstaklingar, sum verður telvað á Giljanesi frá leygardegnum 27. mars – 3. apríl, verður nakað heilt serligt. Ikki er tað hent áður, at heili tríggir tannáringar fáa møguleikan, at bjóða seg fram í Landsliðsbólkinum – bólkinum, har tað eftir 9 umfør verður staðfest, hvør er Føroya besti telvari. Skipanin er soleiðis, at 10 teir tilmeldaðu, við hægstu styrkitølunum kappast um heitið. Eitt hitt størsta talvtalentið vit hava átt nakrantíð, Olaf Berg, úr Tórshavn, sum í dag er 22 ára gamalur, má metast vera favorittur at vinna FM-heitið. Seinnu tíðina eru ábendingarnar sera sannførandi. Viljin og hugflogið er komið afturíaftur av álvara.   Yngsti luttakarin, 12 ára gamli, Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, stendur av álvara mát við favorittin, við atliti at aldursmuninum.  Í fyrsta lagi er Høgni yngsti luttakarin í landsliðsbólkinum yvirhøvur. Í øðrum lagi er unglingin uml. 100-200 ratingstig hægri enn Olaf og Helgi D. Ziska vóru á sama aldri. Javnaldarnir, Rógvi E. Nielsen og Hjalti T. Jógvansson – 17 ára gamlir – eru …

Les meira »

1. umfar kunning

1. umfar byrjar 27. mars kl. 18.00 vegna FM finalurnar í flogbólti, ið eisini verða á Giljanesi.

Les meira »

Føroyski ratinglistin 24.03.2010



Tann føroyski ratinglistin fyri í ár er nú endaligur dagførdur (tann fyrri ið lá her í gjár var ikki fullfíggjaður), sí meira niðanfyri.
ELO ratinglistin er eisini dagførdir, eftir lokna liðkapping. Sí leinkjur á vinstra bredda.

Les meira »

Klaksvík FM-GULL ! Søguligur – eirindaleysur sigur !

Heini Olsen, Finnbjørn Vang, Eÿdun Nolsøe, Terji Petersen, Silas Esben Lund 

Lagt varð upp til heilt stóra FM-brakið, leygardag seinnapart, tá endaorrustan í liðkappingini varð telvað í Pálsstovu. Vit hava sæð tað so oftani áður. Hart spentir kenslubogar - togan, umdystir. Feløg sum hava ligið væl fyri undan finaluna, hava mist alt á stokkinum. Tí onki er avgjørt fyrr enn tikið verður í hondina á mótstøðumanninum eftir lokið talv. 

Í 2010 kom vend í !

Les meira »

FM-lið: Sandavágur FM-GULL í unglingum !

FM 2010: Høgni E. Nielsen, Janus E. Nielsen, Rógvi E. Nielsen og Silas Eyðsteinsson (Hørður Johansen, Magni Weihe, Ragnar Weihe) 

Sandavágs Talvfelag hevur stinnastu unglingarnar í talvi 2010. Hetta var staðfest fríggjakvøldið, tá endaumfarið í liðkappingini hjá unglingum varð telvað í hølum Havnar Telvingarfelags.

FM-heitið kom til høldar við sannførandi sigri uppá 3½-½ á unglingum úr Klaksvíkar Talvfelag, sum hava verið Føroyameistarar undanfarnu 3 árini.

Les meira »