Fjølbroytti talvkalendarin liggur enn sum áður, sum ein grundarsteinur fyri virkseminum hjá talvfeløgunum og TSF.
Bert fyri at nevna nakað úr rúgvuni, so er á hvørjum ári: Liðkapping, FM-fyri einstaklingar, FM-fyri Ung, Norðurlandameistaraheitið fyri skúlaungdóm, Grand Prix kappingar, steypakapping og barnakappingar. Harumframt er á øðrumhvørjum ári OL, Landsdystur móti Íslandi og Small Nations.
Virksemið er vorðið støðugt, men framhaldandi verður roynt at menna og víðka um útboðið. Við einum varnum fíggjarpolitikki, er TSF nú ein felagsskapur við sunnum rakstri og møguleikarnir fyri at luttaka enn meira í altjóða høpi eru ikki so fjarir. Av komandi nýggjum tiltøkum kann nevnast, at Small Nations fyri einstaklingar verður á Kypros í apríl 2014. Í 2015 verður EM fyri lið í Reykjavík og tá er ætlanin at luttaka fyri fyrstu ferð.
Les meira »