Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, vísti enn einaferð NM-styrki, tá hon í vikuskiftinum vann NM-bronsu í talvi fyri gentur, sum varð telvað í Jetsmark í Danmark í vikuskiftinum. Umframt Sáru, sum vann bronsuna í U16 bólkinum, luttók eisini evnaríka Hanna Jacobsen, úr Kollafirði, í U13 bólkinum. Sára sýntist sera trupul at knógva sum kappingin leið, men eftir tap í 4. umfarinum, varð avgerandi neyðugt við sigri í 5. og seinasta umfarinum. Tað megnaði 15 ára gamla havnargentan. Hanna sýndi somuleiðis góð talvevnir í kappingini, sum tó ikki rakk til heiðursmerki hesuferð. Lítið er tó at ivast í, at 11 ára gamla Kollfjarðagentan, kemur sterkt aftur. Talvsambandið sendir á hvørjum ári evnaríkar gentur til NM-kappingina. Kelda: Jógvan Joensen, Sosialurin
Les meira »