FM 4. umfar

 Rógvi suverenur

 

Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag líkist einum føroyameistara.

 

Sigursrøðin og góða gongdin stendur við. Í dag vann hann aftur ógvuliga sannførandi í oddadysti móti Eyðuni Nolsøe og er einsamallur á odda við fullum stigatali eftir fýra umfar. Rógvi er kanska í einari umskúling sum telvari, tí stílurin tykist broyttur. Tað er ikki longur fýverkstelving, sum tað plagdi at vera, heldur tvørturímóti. Aftur í dag sóu vit, hvussu gløgga spælfatan, hann hevur. 

Les meira »

FM 3. umfar

 Rógvi vann toppdystin

 

So er Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag einsamallur á odda í landsliðsbólkinum í FM-kappingini í talvi.

 

Hann vann í dag á Hans Kristian Simonsen úr Róki, sum eins og Rógvi hevði vunnið bæði talvini fyri dagsins umfar. Toppdysturin gjørdist eitt vónbrot, tí Hans Kristian fór so illa um støðuna hjá sær, at tap var í hendi innan tjúgu leikir vóru fluttir. Rógvi telvaði aftur væl og gjørdi straks bart, tá ið kollfirðingurin skeiklaði.

Les meira »

FM 2. umfar

Rógvi og Hans Kristian á odda   Tveir telvarar hava lagt seg einsamallar á odda í landsliðsbólkinum eftir fyrstu tvey umførini í FM-kappingini í talvi. Tað eru tveir fyrrverandi føroyameistarar, Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr felagnum Róki í Sundalagnum.   Sigrarnir eru ikki komnir av ongum, tí báðir hava telvað væl. Rógvi tykist væl upplagdur. Í dag var hann aftur ógvuliga neyvur og sannførandi. Hann ber orð fyri at vera álopstelvari burturav – sum pápin og yngri bróðririn – men hygg at talvinum í dag! Tað líktist næstan uppvísing í posisjónstelving. Hann næstan vant úr Ólavi Simonsen, sum spjálkaði til fánýtis. Hans Kristian  brúkti harðligari metodur, men vann eisini ógvuliga sannførandi – men eisini í so lættliga. Í morgin verður spennandi, tí tá bresta oddafiskarnir saman.   Hvøkkurin eftir tapið í fyrsta umfari í gjár sat kanska í føroyameistarnum Høgna Egilstoft Nielsen, tí hann var ógvuliga spakur …

Les meira »

FM 1. umfar

 Spenningur frá byrjan

 

FM-einstaklingskappingin í talvi byrjaði við einum braki. Í landsliðsbólkinum varð lagt bragdliga fyri; hvør maður kýtti seg at vinna í fyrsta umfari í gjár, á hvørjum borði var rættilig kamptelving, eingin gekk í remistonkum. Úrslitið var eisini, at einki talv endaði javnt - fimm vunnu og fimm taptu.

 

Eyðun Nolsøe mundi taka tey flestu á bóli. Við hvíta fólkinum koppaði hann favorittinum Høgna Egilstoft Nielsen. Í fjør vann Høgni øll tíggju talvini í kappingini, nú snávaði hann í fyrsta umfari. Eyðun telvaði skotsku byrjanina og tóktist væl fyrireikaður. Høgni var sær sjálvum líkur framfýsin og beinleiðis í sínum spæli, men Eyðun stóð stúttur og tóktist at hava fult tamarhald á støðuni. Hann fekk fólkið at standa væl á borðinum og eftir eitt uppbýti í miðtalvinum fór tað at líkjast einum fyrimuni. Og eftir tað var hann náðileysur. Ógvuliga sannførandi byrjan hjá Eyðuni, sum annars einki hevur telvað í vetur.

Les meira »

FM í talvi byrjar

 
FM í talvi byrjar
 
Leygardagin verða fyrstu leikirnir fluttir í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar 2015.
   Í ár er kappingin í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Telvað verður í landsliðsbólki, almennum bólki, unglingabólki og veteranbólki. Kappingin strekkir seg frá leygardegi 28. mars til leygardagin 4. apríl. 
   Havnar Telvingarfelag, sum skipar fyri í ár, hevði spent seg út til at fáa bestu telvararnar við í meistarabólkin, men tað eydnaðist ikki rættiliga. Av teimum fremstu tíggju á føroyska styrkilistanum, eru bara tríggir við í ársins meistarabólki. Helgi Dam Ziska, sum trónar omanfyri allar aðrar føroyskar telvarar, fekk ikki verið við, tí próvtøkuroynd í Skotlandi leggur meinbogar í vegin.
   Aðrir av okkara fremstu tíggju telvarum eru staddir uttanlands, og hjá teimum hevur heldur ikki ligið fyri at koma heim at telva allar páskirnar.

Føroyski ratinglistin, 22.03.2015

Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2517 5 2 IM John Rødgaard VT 2327 3 Høgni Egilstoft Nielsen ST 2311 37 4 Olaf Berg HT 2294 5 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2276 24 6 IM John Arni Nilssen KTF 2253 -5 7 Jóan Hendrik Andreasen HT 2246 -15 8 FM Flóvin þór Næs HT 2229 9 Martin Poulsen HT 2218 -5 10 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 11 Sjúrður Thorsteinsson HT 2177 -2 12 Ólavur Simonsen KTF 2174 -8 13 Eyðun Nolsøe KTF 2164 14 Heini Danielsen SF 2160 15 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2158 12 16 Bogi Ziska HT 2150 17 Rúnar Berg KTF 2105 2 18 Torkil Nielsen ST 2091 -11 19 Hans Kristian Simonsen Rókur 2066 -28 20 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2064 21 Jens Christian Hansen TT 2063 -22 22 Steintór Rasmussen KTF 2059 -11 23 Torbjørn Thomsen Rókur 2045 …

Les meira »

Endaumfarið telvað í Sandavági

    Síðsta umfar í Liðkappingini 2014/15 verður telvað í nýggja skúlanum á Giljanesi, leygardagin 21. mars. Byrjað verður kl. 10.00. Ynskiligt er, at telvararnir møta í góðari tíð. Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt,  telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Dømi: Ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.    

Les meira »

Innbjóðing til HT-Open 2016

Hervið verður bjóðað til talvkappingina HT OPEN 2016 dagarnar 22.-24. apríl. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

 

Les meira »

KTF kvik

kjolur09 1

 

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 07. mars. Telvað verður í Snjallu Bjallu. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

 

Kappingin byrjar leygardagin 07. mars, kl. 12.30. Telvað verða 7 umfør.

 

Tilmelding higartil: http://www.chess-results.com/tnr164249.aspx?lan=7

 

Les meira »