Í døgunum 11 – 20 mai var tann árliga WACC telvað. Hesu ferð var kappingin á Kreta í Grikkalandi.
Eg luttók saman við mínari ambitiøsu dóttur Ellen, sum nú er vorðin 12 ár.
Samanborið við aðrar IM-kappingar eg havi luttikið í, var hendan sterkari enn tær flestu.
Longu í januar mánaði meldaði eg meg til kappingina, við tí fyri eyga at vinna hana. Men sum kappingin nærkaðist vístu úrslitini, trý tap á rað í donsku liðkappingini, at alneyðugt var við dagligari intensivari venjing ein mánað áðrenn.
Tað vísti seg skjótt, at venjingin ikki var til fánýtis. Treyðugt so, byrjanarspælið var ikki nakað at reypa av, men tað sum eg hevði vant var ’variantútrokning’. Og tað var hetta, ið gav stig!
Les meira »