Rilton-Cup var aftur í ár, hildin í døgunum 27 desembur til 5 januar. Hetta er 39’inda ári, henda kapping verður hildin í svenska høvuðsstaðinum Stokkhólmi, og hesi 39 árini er hon bara vorðin størri og størri, upp á allar mátar. Hesa ferð luttóku tað 152 telvarar í kappingini. Kappingin verður býtt sundur í 2 bólkar, Rilton-Elo, har 82 luttóku, og Rilton-cup, har 70 luttóku, herav 18 GM’arar og 8 IM’arar.
Kappingin hevur navnið Rilton, eftir Tore Rilton (1904-1983), ið var ein av eldsálinum aftan fyri kappingina. Tore Rilton hevur havt ein stóran týdning fyri menningina av kappingini. Hann var tann, í hjálpti til fíggjarliga, og hann telvaði eisini við, í onkraði Rilton kapping.
Les meira »