NM – Jón gjørdi bart

Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag stóð seg best av føroysku telvarunum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar í gjár. Honum eydnaðist at vinna bæði talvini, og er nú á øðrum plássi plássi í bólki B – bólkinum fyri teir næstelstu (17-18 ár).   Ungi vágamaðurin, ið sjálvur hevur styrkitalið 1722, vann fyrst á sterka dananum Casper Liu, sum við styrkitalinum 2177 er tann sterkasti í bólkinum. Og í tí seinna umfarinum í gjár vann Jón aftur – hesaferð á Victor Muntean úr Svøríki (1900).

Les meira »

NM – Luitjen og Elias góða byrjan

Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið.   Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen hava báðir hálvtannað stig eftir fyrstu tvey umførini í dag. Báðir vunnu í fyrsta umfari, og í øðrum umfari telvaðu teir remis sínamillum.

Les meira »

Beinleiðis frá NM

Talvini kunnu síggjast beinleiðis á hesu síðuni: https://nm2021.faroechess.com/live-games/  Fleiri upplýsingar viðv. kappingini síggjast her: https://nm2021.faroechess.com/

Les meira »

NM í ungdómstelving í Føroyum

Í morgin fríggjadagin 9. september byrjar árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi.    Talvsamband Føroya er í ár vertur fyri kappingini, sum verður á Hotel Føroyum. Telvað verður alt vikuskiftið. Tvey umfør eru fríggjadagin, tvey leygardagin og tvey sunnudagin.

Les meira »