FM Ung-lið

Liðkapping í talvi fyri skúlaungdóm Sunnudagin 13 mai kl 14 í skúlanum í Kollafirði.    Talva verður í 2 aldursbólkum:    “Yngri bólkur” fevnir um børn í 4 flokki og yngri.  “Eldri bólkur” fevnir um børn í 5 flokki til og við 9 flokki.    Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava 1 ella 2 skiftistelvarar – t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði.    “Yngri bólkur”  telvar uttan umhugsunartíð (klokku) – tó verður klokka nýtt, um hetta verður mett neyðugt til tess at finna eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.  “Eldri bólkur” telvar við 10 minuttum í part til hvørt talvið.    Seinasta freist at melda til er Hósdagin 10. mai á teldupost-adressu: fjallheim@hotmail.com ella telefon 243637.  Vinarliga upplýsið navn á liði (skúli/felag) og tilskila aldursbólk.  Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum …

Les meira »

Topalov telvar simultan í SMS 1 mei !

Stórtíðindi: Talvstjørna til Føroya ! Fyrrverandi heimsmeistarin og ein av mætastu telvarunum í nýggjari tíð, GM Veselin Topalov, vitjar í Føroyum 1. mei.     Klokkan 15 telvar hann tvey snartalv ímóti IM Helga Dam Ziska í hølum Havnar Telvingarfelags, og klokkan 16 verður simultantelving á Torginum í SMS, har ein samansjóðing av evnaríkum unglingum og eldri telvarum sleppur at royna seg ímóti bulgarsku heimsstjørnuni. Øll eru sjálvsagt vælkomin til tiltøkini. Topalov, føddur 1975, gjørdist heimsmeistari í 2005, eftir at hava kveistrað alla mótstøðu til viks í HM-kappingini í San Luis við 10 stigum av 14 møguligum, hálvtannað stig framman fyri nærmastu avbjóðararnar. Topalov misti HM-heitið í dysti ímóti Vladimir Kramnik árið eftir, men hevur síðani javnan ligið ovastur á styrkilistanum hjá FIDE. Topalov er ein av seks telvarum, sum hava megnað at vunnið seg upp um 2800 ratingstig, og so seint sum í mei 2010 ljóðaði styrkitalið á heili …

Les meira »