NM-fyri ung: Høgni vann NM-bronsu !

Høgni Egilstoft Nielsen kemur heldur ikki hesuferð tómhentur heim til Sandavágs eftir lokna talvkapping í útlondum. Úrmælingurin vann NM-bronsu í Svøríki, fyri telvarar 12 ár og yngri. Einastandandi frálíkt avrik av Høgna, sum enn einaferð minnir okkum á, at heilt serlig talvevnir gera seg galdandi. 

Les meira »

NM fyri ung: Janus Skaale, ein ordans vørr !

 

Hóast bert 9 ára gamalur, hevur Janus Skaale, úr Klaksvík, framt eitt satt bragd í yngsta U10 bólkinum í NM í Svøríki. Eftir javnleik hósdag fyrrapart, er sigursrøðin framúrskarandi: 3 sigrar uppí slag !

Les meira »

NM-fyri ung: Høgni á odda í U12-bólkinum !

 

Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, vann - fríggjadag seinnapart - sera spennandi og dramatiskan oddadyst í U12-bólkinunum, ímóti lokala favorittinum, Egor Norlin (1911), úr Svøríki.  Úrslitið inniber ein heilt einastandandi spennandi endabrest leygardagin, tá tvinni og seinastu umførini verða telvd.

Les meira »

NM fyri ung: Høgni stendur seg væl !

 

Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, stendur seg væl í U12 bólkinum í NM, sum í hesum døgum verður telvað í Vasterås í Svøríki. Eftir enn ein sigur fyrrapartin, er Høgni á 3. plássi, bert ½ stig frá oddinum.

Les meira »

NM fyri ung: Varlig byrjan !

  

 

Talan gjørdist um eina heldur varliga byrjan hjá føroyska talv-hópinum, sum í hesum døgum luttekur í NM í talvi fyri ung í Vasterås í Svøríki.

Eftir at tvey umfør vórðu telvað hósdagin, varð úrtøkan 4 stig. Hetta hóast støður avgjørt vóru til meira.

Les meira »

NM fyri ung 2010 av bakkastokki !

Studlar

Studlar

  

Í dag byrjar NM í talvi fyri ung, sum hesuferð verður telvað í Vasterås í Svøríki. Føroyski hópurin er komin fram í øllum góðum og klárt er at byrja NM-orrustuna 2010.

Les meira »

TALVSAMBAND FØROYA 40 ÁR !

tsf 40 029

tsf 40 029

14. februar 1970 varð landsfelag stovnað við heitinum Talvsamband Føroya og lógir tess samtyktar. Møtt vóru 28 umboð úr níggju feløgum: Sandavági, Miðvági, Sørvági, Eiði, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn.

Fundurin var framhald av, at eftir nýggjár 1970 møttust í Havn umboð frá talvfeløgunum í Gøtu, Kollafirði og Vestmanna og Tórshavn. 

Á hesum fundi varð samtykt at stovna landsfelag og at boða til stovnandi aðalfundar í Tórshavn 14. februar. Í eina arbeiðsnevnd, sum var sett
at fyrireika aðalfundin og gera uppskot til felagslóg komu Hanus Joensen úr Kollafirði og Rubek Rubeksen og Jákup Thomsen úr Havn. 

9. umfar 3. deild

lidkapping

  Dysturin millum Vestmanna 3 og Havnin 6 verður telvaður seinni í vikuni. Dagføring: Dysturin varð telvaður hóskvøldið  og endaði 2½ – 1½ til Vestmanna 3.

Les meira »