Skúlaungdómar úr Havnini løgdu bragdliga fyri, tá fyrra innleiðandi FM-liðkappingin 2010 varð telvað í Klaksvík sunnudagin. Talan gjørdist um GULL í bæði yngra og eldra bólkinum.
Les meira »Anand – Topalov: HM byrjar seinnapartin
Hjalti og Eli vardu HM-heitið
Afturvendandi HM-kappingin hjá Havnar Telvingarfelag - kappingin um hvør er HavnaMeistari í talvi - varð telvað hósdag seinnapart. Kappingin verður telvað, tá kappingarárið er um at halla, har unglingarnir, sum hava vant í vetur, dystast um heitið í tveimum aldursbólkum: 4. flokk og yngri og 5. flokk og eldri.
Les meira »Innbjóðing: FM liðkapping fyri skúlaungdóm 2010
Eins og undanfarin ár, verður í apríl-mai mánaði 2010 skipað fyri FM liðkapping fyri skúlaungdóm.
Kappingin er skipað soleiðis, at telvt verður um FM heitið í 2 aldursbólkum:
4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri
Eftir innleiðandi kappingar, verður finaluumfarið í Tórshavn.
Les meira »Reykjavík Open 2010: Heini Olsen sigur frá (2. partur)
Í øðrum umfari skuldi eg hava hvíta fólkið móti unga íslendinginum Daða Ómarssyni. Tó at hann dagin fyri hevði leikt javnt móti sterka svianum Niels Grandelius, so var kravið ein sigur.
Eg kundi staðfesta, at íslendinginum dámdi væl hvøssu høvuðsfrábrigdini í kongaindiskum, og tí fyrireikaði eg eitt varið frábrigdi – ætlanin var at fáa unga mótstøðumannin úr síni fyrireiking skjótast gjørligt.
Les meira »GRAND PRIX FINALA ÚTSETT
Grand Prix Finalan 2009/10, sum sambært skránni er ásett at verða telvað leygardagin 10. apríl, er fyribils útsett. Nærri verður lýst seinni.
Les meira »ELO ratingtølini dagførd
ELO ratingtølini fyri Landsliðsbólkin og 1. bólk eru nú dagførd. Sí leinkir á vinstra bredda.
Les meira »Føroyski ratinglistin 05.04.2010
Olaf Berg – Føroyameistari í talvi 2010 !
Stórtalentið, 23 ára gamli Olaf Berg, úr Tórshavn, vísti av álvara FM-format í endaspurtinum og varð – tá samanumkom – greiður vinnari, tá seinastu leikirnir vóru fluttir í FM í talvi fyri einstaklingar á Giljanesi leygardag seinnapart.
Les meira »FM-gullið hvarv – hómast í Havn !
Terji Petersen má ivaleyst ásanna, at FM-heitið smýgur sær millum fingrarnar, eftir enn eitt tap í næstseinasta umfarinum í FM í talvi á Giljanesi.
Samstundis hevur Olaf Berg beina kós ímóti fyrsta FM-gullinum nakrantíð.
Her kom av álvara vend í.
Les meira »