FM í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum leikt í Vestmanna. 40 luttakarar eru tilmeldaðir. 10 í landsliðsbólkinum, 16 í almenna bólkinum, 6 í unglingabólkinum, og 8 í veteranbólkinum. Veteranarnir byrja skírishósdag. Kappingin endar leygardagin. 3. og 4. umfør blivu leikt í dag. Eftir 4 umførum kann staðfestast, at teir ovast styrksimettu hava livað upp til favorittleiklutin. Helgi Dam Ziska hevur lagt seg á odda við 3½ stigum. Honum á baki koma John Rødgaard og Ólavur Simonsen við 3. stigum. Carl Eli N. Samuelsen og Hans Kristian Simonsen hava 2½ stig. Helgi og Ólavur bresta saman í oddabraki í morgin. Talvini byrja kl. 14.00. Støðan eftir 4 umfør: Helgi Dam Ziska 3½ John Rødgaard 3 Ólavur Simonsen 3 Carl Eli N. Samuelsen 2½ Hans Kristian Simonsen 2½ sjúrður Thorsteinsson 2 Torbjørn Thomsen 1½ Finnbjørn Vang 1 Eyðun Nolsøe ½ Rógvi E. Nielsen ½ Í unglingabólkinum eru 3 umfør telvaði. …
Les meira »FM 2011: Skrá
Vestmanna Talvfelag skipar í døgunum 16 apríl til og við 23 apríl 2011, fyri FM kappingingin fyri einstaklingar. Kappast verður í landsliðsbólkinum, almennum bólki, unglingar og so verður eisini ein eldra bólkur. Kappingin Kappingin fer fram í aulini í Vestmanna Skúla í døgunum frá 16 apríl til og við 23 apríl. Landsliðsbólkurin, og almennur bólkur telva soleiðis: Leygardagin 16.04 kl. 14.00 Sunnudagin 17.04 kl. 14.00 Mánadagur 18.04 kl. 10.00 Mánadagur 18.04 kl. 16.00 Týsdagur 19.04 kl. 14.00 Mikudagur 20.04. kl. 14.00 Hósdagur 21.04 kl. 14.00 Fríggjadagur 22.04 kl. 14.00 Leygardagur 23.04 kl. 10.00 Unglingar telva soleiðis: Leygardagin 16.04 kl. 14.00 Sunnudagin 17.04 Frí (konfirmatión) Mánadagur 18.04 kl. 10.00 Mánadagur 18.04 kl. 16.00 Týsdagur 19.04 kl. 10.00 Týsdagur 19.04 kl. 14.00 Mikudagur 20.04. kl. 10.00 Mikudagur 20.04 kl. 14.00 Hósdagur 21.04 kl. 14.00 Fríggjadagur 22.04 kl. 14.00 Leygardagur 23.04 kl. 10.00 Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 …
Les meira »FM 2011: Paringarnar lagdar
Paringarnar fyri 1. umfar eru nú gjørdar. Sí leinkju á vinstra bredda.
Les meira »Sára vann NM bronsu
Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, vísti enn einaferð NM-styrki, tá hon í vikuskiftinum vann NM-bronsu í talvi fyri gentur, sum varð telvað í Jetsmark í Danmark í vikuskiftinum. Umframt Sáru, sum vann bronsuna í U16 bólkinum, luttók eisini evnaríka Hanna Jacobsen, úr Kollafirði, í U13 bólkinum. Sára sýntist sera trupul at knógva sum kappingin leið, men eftir tap í 4. umfarinum, varð avgerandi neyðugt við sigri í 5. og seinasta umfarinum. Tað megnaði 15 ára gamla havnargentan. Hanna sýndi somuleiðis góð talvevnir í kappingini, sum tó ikki rakk til heiðursmerki hesuferð. Lítið er tó at ivast í, at 11 ára gamla Kollfjarðagentan, kemur sterkt aftur. Talvsambandið sendir á hvørjum ári evnaríkar gentur til NM-kappingina. Kelda: Jógvan Joensen, Sosialurin
Les meira »NM fyri gentur
Norðurlandameistaraheitið i telving fyri gentur, verður telvað i Danmark hetta vikuskiftið. Sara T. Olsen HT og Hanna Jacobsen KT umboða Föroyar i kappingini i avikavist B- og C-bolkinum. Eftir 3 umför hevur Sara fingið 2 stig, medan Hanna hevur 1 stig. Sunnudagin 10.04 bliva seinastu umförini telvaði, 4 umfar um morgunin og 5. (seinasta umfar) seinnapartin. Fylgjast kann við kappingini a: http://jetsmarkskakklub.dk/skoleskak/pige-nm-2011/
Les meira »Hugaítróttur Føroya
Viðtøkur fyri Hugaítrótt Føroya §1 Hugaítrótt Føroya er ein samskipan av sambondum og felagsskapum, sum íðka skipaðan hugaítrótt undir kappingarligum treytum. Limir í Hugaítrótti Føroya eru Talvsamband Føroya og Føroya Bridgesamband. §2 Felagið kann taka upp nýggjar limir, sum lúka treytirnar fyri upptøku, ið eru at – vera landsfevnandi samband ella felagskapur smb. §1, stk. 1 – hava altjóða, evropeiskt ella norðurlendskt samstarv við líkandi feløg – hava siðvenju og søguligt tilknýti til hugaítrótt. §3 Felagið hevur heimstað hjá formanni felagsins. §4 Hugaítrótt Føroya hevur til endamáls at røkja felags áhugamál hjá limafeløgunum. §5 Limafeløgini hava til uppgávu at skipa fyri og fremja egnar kappingar og at hava eftirlit við egnum kappingum, landsdystum o. t. §6 Hugaítrótt Føroya verður stýrd av eini nevnd, sum er hægsti myndugleiki felagsins. Nevndin verður mannað við 5 nevndarlimum. Talvsamband Føroya velur 2 nevndarlimir og Føroya Bridgesamband 2 nevndarlimir. Hesir 4 nevndarlimir velja – …
Les meira »Ratinglistin dagførdur
Ratinglistin er nú dagførdur eftir Reykvavik Open, EM og VT Open 2011. Sí leinkju á vinstra bredda.
Les meira »Føroyski ratinglistin, 09.04.2011
Ratinglistin 09.04.2011 Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2442 23 2 IM John Arni Nilssen KTF 2394 3 IM John Rødgaard VT 2339 0 4 Jóan Hendrik Andreasen HT 2296 5 Olaf Berg ST 2266 6 FM Flóvin þór Næs HT 2251 7 Martin Poulsen HT 2221 8 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2219 9 Ólavur Simonsen KTF 2217 10 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 11 Eyðun Nolsøe KTF 2193 12 Heini Danielsen SF 2160 13 Bogi Ziska HT 2150 14 Sjúrður Thorsteinsson VT 2150 15 Torbjørn Thomsen Skopun 2136 16 Jens Christian Hansen TT 2121 17 Hans Kristian Simonsen HT 2110 18 Rógvi E. Nielsen ST 2101 19 Steintór Rasmussen KTF 2068 …
Les meira »Rating
Reglur fyri Rating Útrokning av ratingtølum í Føroyum gongur í høvuðsheitum eftir somu reglum, sum tær donsku ratingreglurnar siga. Tó er hetta undantak: Í grein 4.5.2.2 um bonus eru virðini fyri at fáa bonus broytt soleiðis: Upp til 5 talv B = W – We – 1,0 6 – 7 talv B = W – We – 1,5 8 – 9 talv B = W – We – 2,0 10 – 11 talv B = W – We – 2,5 o.s.fr. Hetta varð samtykt á aðalfundi á heysti í 1997 at koma í gildi 1. januar 1998.
Les meira »FM fyri børn og ung
Reglur fyri FM fyri børn og ung §1 – Luttakarar Øll kunnu vera við bæði gentur og dreingir, sum ikki fylla meir enn 20 ár sama ár, kappingin er, sjálvt um tey ikki eru limir í nøkrum felag ella í TSF. §2 – Hvar Kappingin verður skipað av einum felag í TSF. TSF avger, hvat felag skal hava kappingina, sum so hevur ábyrgdina av henni, íroknað hølum kappingarleiðarum, útgerð, vinningum, umtalu í fjølmiðlum o.ø. §3 – Kappingarleiðari Kappingarleiðararnir hava ábyrgdina av sjálvari kappingini, og at hon fer fram eftir ásettu reglunum. §4 – Bólkar Telvararnir verða býttir í hóskandi aldursbólkarbólkar, sum brúkt verður í altjóða kappingum.
Les meira »