Aftur í 4 umfari fingu Føroyar eina sterka talvtjóð. Georgia við sínum GM'arum vóru klárt favorittar, men tað var um reppið at føroyska liðið fór við sigrinum, og tað hevði ikki verið óuppiborið !
Les meira »
Aftur í 4 umfari fingu Føroyar eina sterka talvtjóð. Georgia við sínum GM'arum vóru klárt favorittar, men tað var um reppið at føroyska liðið fór við sigrinum, og tað hevði ikki verið óuppiborið !
Les meira »
Á fyrsta borði telvaði Helgi móti nr. 4 á FIDE-ratinglistanum Teimour Radjabov 2788, og tað varð milt sagt eitt øgiligt talv. Beinanvegin í byrjanini lat Teimour ein riddara fyri 2 finnur, og hettar gav honum gott spæl og eitt ómenniskjaligt trýst á hvíta kongin. Endin var eisini, at Helgi gjørdist óneyvur og mátti lúta.
Les meira »
{jcomments on}
Vónirnar áðrenn dystin móti Sudan vóru góðar, og eftir styrkitølunum at døma átti føroyska liðið at vinna stórsigur.
Tað gekk tó ikki heilt sum ætlað í fyrsta umfari, men hóast alt er fyrsti sigurin komin til høldar.
Les meira »
Størsta talvkappingin í norðurlondum Politiken Cup, varð hildin í døgunum 28. juli til 05. august. 292 telvarar høvdu meldað seg til kappingina, harav vóru 22 GM'arir og 9 IM'arir. Teir 5 telvararnir úr Føroyum vóru : Herluf Hansen, Høgni Egilstoft Nielsen, Sigurð B. Justinussen, Brandur Højgaard og eg sjálvur.
Eg hevði vant nógv til kappingina, so vónirnar at fáa eitt gott úrslit vóru góðar. Umráðandi var at fáa eina góða byrjan upp á kappingina, fyri síðan at møta sterkari telvarum, men mongum brestur ætlan.
5th Sveins Memorial varð hildin í døgunum 22. – 26. juni til minnis um norðmannin, IM Svein Johannesen (1937-2007). 62 luttakarar møttu til dystin fús, harav sjey GM’arar og fýra IM’arar. Sjálvur var eg styrkismettur sum tann sjeyndi í røðini. Telvað var í talvfelagnum Oslo Schakselskap (OSS), sum heldur til á ovastu hædd í einum íbúðarblokki mitt í Oslo. Uttanífrá sær ikki út av nógvum, men inni er hugnaligt við snotiligum innbúgvi, rúmligum kappingarhølum, talvbókasavni og analysurúmi, sum er útgjørt við teldum, uppvørpu o.ø. hentleikum. Harumframt hevur felagið eina stóra terrassu, sum verður brúkt til analysur og felagstiltøk, tá tað viðrar. Á terrassuni varð borðreitt við mati eftir hvørt umfar, og hetta setti ein hugnaligan dám á kappingina. Alt í alt vóru umstøðurnar í talvfelagnum í Oslo av teim heilt frægu, og tað er lítið at ivast í, at slíkir karmar skapa trivnað og vøkstur í einum felagi.
Les meira »
Klaksvíkar Talvfelag vann steypakappingina, meðan Rógvi E. Nielsen varð kosin til ársins telvara og Rúni T. Jacobsen varð kosin til Ársins Stjørnuskot.
Steypakappingin 2012 varð leygardagin hildin í allar besta veðri á Viðareiði. Luttøkan var soltnari enn undanfarin ár, men teir 36 telvarnir á teimum 6 liðunum tóktust at hugna sær og gjørdu sítt besta til at fáa eina spennandi kapping.
Les meira »Klaksvíkar Talvfelag Gerðagøta 3, 700 Klaksvík Tlf. 45 73 19 Kontaktpersónur: Tummas M. Sólsker Tlf. 77 50 54 Teldupostur: tma[a]kallnet.fo
Les meira »