4. umfar gjørdist heldur soltið.
Sjúrður, ið vann sítt talv, og Rógvi, ið telvaði javnt, vóru teir einastu ið fingu stig hetta umfarið.
Í dag vóru vit annars eitt sindur runt í býnum. Meðan onkrir (nakrir av havnamonnunum) valdu at fara at skoyta á einum uttandura skoytibana (akkurát sum í Havn), fóru aðrir at hyggja eftir tí størsta skí-hoppibananum (Holmenkollen) í heiminum, sum onkur vildi vera við.
Stuttligt var eisini at fáa vitjan av einum garvaðum NM-ferðaleiðara, Martin Berg, sum er í Oslo í arbeiðsørindnum.
4. umfar byrjaði við at allir telvarnir fingu køku frá svenskaranum, ið hevði føðingardag í dag. Sjálvt um Silas hevði vunnið á honum fyrrapartin, vildu hann kortini bjóða kaku.
Les meira »