NM kappingin fyri skúlaungdóm endaði í dag. Tað eydnaðist ikki okkara telvarum at røkka heiðursmerkjaplássunum, men tað var ikki tó ikki so langt frá hjá Luitjen Akselsson Apol, ið varð besti føroyingurin við 3,5 stigum.
Les meira »NM 2017 1. og 2. umfar: Benjamin bestur av føroyingunum
Í dag eru tvey tey fyrstu umførini farin afturum í NM kappingini fyri skúlaungdóm. Í 1. umfari fingu okkara unglingar 2,5 stig, meðan tað hilnaðist eitt vet betri í 3. umfari, har 3 stig komu til høldar. Benjamin Reinert Fjallheim er higartil bestur av føroyingunum. Hann hevur fingið 1,5 stig av 2 møguligum.
Les meira »NM fyri skúlaungdóm 2017
Í døgunum 16. til 19. februar 2017 verður árliga norðurlendska kappingin fyri skúlaungdóm avhildin í Drammen, Norra. Við í kappingini eru 10 føroyskir ungdómar, tveir í hvørjum av teimum 5 aldursbólkunum.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 19. februar kl. 14, í Gula skúla* í Havn
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina 🙂 Telvað verður í 3 aldursbólkum: 2 flokkur og yngri 3 til 6 flokk 7 til 10 flokk
Les meira »Styttist í smáum
Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag ota seg smátt um smátt fram á oddaliðið Havnar Telvingarfelag í landskappingini í talvi. Dystirnir í sjeynda umfari vóru í dag. Í 1. deild vóru úrslitini: Havnin 1 – Klaksvík 1 3-1, Havnin 2 – Sandavágur ½-3½ og Klaksvík 2 – Kollafjørður 2½-1½. Støðan í 1. deild er nú henda: 1. Havnin 1 23½ stig 2. Sandavágur 21 3. Klaksvík 1 15½ 4. Havnin 2 10½ 5. Klaksvík 2 7 6. Kollafjørður 6½.
Les meira »Dystur í 2. deild útsettur
Dysturin í 2. deild millum ST2 og GT1 er útsettur til sunnudagin 19.02.2017 vegna jarðarferð.
Les meira »Úrslit frá Kjølur Open
Klaksvíkar Talvfelag hevur skrivað stutta grein um Kjølur Open, kann lesast her: http://nordlysid.fo/finnbjorn+vang+vinnari+av+kjolur+open.html Paringar og úrslit: http://chess-results.com/tnr261548.aspx?lan=32
Les meira »GP 5 í Tórshavn 11. februar
GP 5 verður í Tórshavn leygardagin 11. februar kl. 10.00. Telvað verður í Gula Skúla (minnist til inniskógvar) Kappingarskipan: Kviktalv 10 min + 5 sek/leik, 7 umfør. Luttøkugjald er 100 kr. Virðislønir verða latnar til nr. 1,2,3, umframt ratingsvirðislønir. Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 221422 ella faroechess@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 10. februar kl. 18.00. Havnar Telvingarfelag
Les meira »Kjølur Open innbjóðing
Kjølur Open 2017 Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 3.-5. feb. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2016/17. 7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.
Les meira »Framvegis spenningur
Spenningurin er ikki fokin í fremstu deildini í landskappingini í talvi, tó at oddaliðið Havnin vann toppdystin á føroyameistarunum Sandavági í tí fyrra av tvinnanda leikumførum í dag. Eftir dystirnar í fimta umfari, sum byrjaðu í morgun, hevði Havnar Telvingarfelag við 3-1 sigri otað seg fýra stig framum Sandavág. Men nú dystirnir í sætta umfari eru lidnir í kvøld, hava sandavágsmenn táttað nakað í, soleiðis at munurin er dragnaður niður í trý stig.
Les meira »