FM uppdateringar – 9. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

 

FM update:

Veni, vidi, vici!

Olaf kom, sá og sigraði í tí mest kompromisleysu FM kapping, eg haldi meg minnast. 

Av teimum 45 talvunum tilsamans, endaðu einans fimm við javnleiki! Tað týður uppá ein heilt einastandandi kampvilja, ein eirindaleysan vilja at vinna, og uppá nógva orku, kreativitet og sjálvsálit í ólukkumát.

Les meira »

FM uppdateringar – 8. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

All-in umfør í morgin!

Í dagsins umfari býttu Eyðun og Olaf enn einaferð um pláss. Men hendan russiska rouletta fær skjótt eina enda, tí nú er bert eitt umfar eftir. Olaf kann gera alt av sjálvur við at vinna á Eyðuni, sum í sínum lagi má levera eitt al-in talv, um 1. plássið skal verða ein møguleiki. Spæla teir báðir javnt, kunnu bæði Martin og Høgni koma upp á sama stigatal sum Olaf.


Les meira »

FM uppdateringar – 7. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

My name is Gladiator!
Maximus

FM kappingin á Argjum setur søguligt met í hesum døgum. Í heili fýra umfør á rað er ikki ein tann einasti javnleikurin follin! Ongantíð fyrr hevur telvingin verið so kompromisleys.

Luttakararnir í landsliðsbólkinum hava stutt sagt uppgraderað seg sjálvar frá nørdutum smáremiserandi telvarum til fullskala gladiatorar!

Eingin teirra er bakkaður undan, um Commodus í dag hevði hóttandi hvest: ‘Slave, remove your helmet and tell me your name.’ Nei, teir hava hvør sum ein svarað: ‘My name is Maximus Decimus Meridius, the Gladiator!’

Les meira »

FM uppdateringar – 6. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

Fallið - og uppreisnin!

Herluf - must you betray me with a kiss? 

OK. So dramatiskur nýtist ein ikki at vera, og tó! Tí størsta sjokkið í fyrra umfari í dag stóð Herluf Hansen fyri, tá hann heilt óvæntað gjørdi av við nýsligna oddvitan og býfelagan Olaf. 

Les meira »

FM uppdateringar – 5. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

Non pace - ad mortem!

‘I've been a puppet, a pauper, a pirate,
A poet, a pawn and a king (!)
I've been up and down and over and out
But I know one thing:
Each time I find myself flat on my face,
I pick myself up and get back in the race’

Soleiðis sang Frank Sinatra fyri 40 árum síðani, og soleiðis telva teir á Argjum í dag!

 

Les meira »

FM uppdateringar – 1. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.   Áhugavert 1. umfar, við fitt av mannfólkatelving! Finnbjørn slapp umsíður leysur við riddaranum og groundaði stigið heim. Eyðun og Martin droppaðu krígsmalingina, CENS man hava roknað væl uppá linjur og diagonalar, áðrenn mátnetið kom í hús, Ólavur hevur heilt víst havt marruna av 52. Re1 í nátt(!). Uttan silikonvinmannin dugi eg ikki at siga, um talvið annars var javnt?! Hans Kristinan broderaði í og so nógv rundan um hasa d-finnuna, sum eisni vísti seg at avgera talvið. Olaf, Høgni, Finnbjørn og Carl Eli vóru kaldir í hesum altíð nervøsa 1. umfari. Spurningurin er um Hans Kristian, Herluf, Hanus og serliga Ólavur klára at mobilisera 100% til næsta umfar, meðan Eyðun og Martin munnu hava havt tankarnar onkra aðrastaðni) Hvat siga aðrir viðmerkjarar? {jcomments on}

Les meira »

FM uppdateringar – 2. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.   Tað gongur ikki stillisliga fyri seg til FM í talvi. Í fyrsta umfari endaðu fýra talv við sigri/tapi og bert eitt við javnleiki. Í gjár vórðu trý talv telvað til kongafall, enntá eitt við tí legendariska skák-mát! Jú, landsliðsbólkurin leverar kamptelving í hesum døgum.Aftaná katastrofala tapið í fyrsta umfari, leveraði Ólavur eitt nærum lýtaleyst talv móti Martini í gjár. Langa endaspælið var fyri sovítt uttan feilir við tí logiska javnleikinum í fylgi, og harvið hevur Ólavur stabiliserað sítt spæl, meðan Martin skjótt má vísa tenn, um hann skal fylgja við oddinum.Tí í oddinum liggur ein formsterkur Ólaf við 100%’um so far. Ikki tí. Finnbjørn má ergra seg yvir 27. Fa4, sum sær út til at tapa en force. Hóast álopið hjá Olafi sá øðiligt út, so var støðan áðrenn frúgvaleikin í roynd …

Les meira »

FM uppdateringar – 2. umfar, framhald

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.   FM update!Í einum vælleiktum sisilianara fekk Eyðun ein risariddara á d5, sum Høgni – tað øll so ógvuliga væl vita aftaná – forsømdi at býta av í 14. leiki. Eftir tað býtti Eyðun alt træið av, og tá roykurin legði seg høvdu teir eina endastøðu á borðinum, sum Høgni helst metti til javnleik. Men Eyðun var snedigur og fekk fikserað allar finnurnar hjá Høgna á sama liti sum bispurin, og tá var bert eftir at skapa einar tveir veikleikar í støðuni. Framstødið við f-finnuni var ein vandi hjá Høgna, samstundis sum finnurnar frúgvamegin vóru veikar.Eyðun smekkaði til, rendi f-finna fram og Høgni kom undir ógvusligt trýst. Hansara allar seinasti møguleiki var silikonleikurin 41. Kd3!, sum við presisum spæli hevði hildið javnleikin við tí uttasta á negnulum. Hugskotið er 41. Kd3+, Kd6 42. …

Les meira »

FM uppdateringar – 3. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

Havnin og Klaksvík í oddinum!

Í einum knallhøðrum triðja umfari varð støðan í landsliðsbólkinum sprongd sundur og saman, og nú kunnu heilir seks av teimum 10 luttakarunum reelt stríðast um føroyameistaraskapin, hóast toppurin í støðuni beint nú líkist eini uppgerð millum Havnina og Klaksvík! 

Les meira »

FM uppdateringar – 4. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

FM kappingin í ljósum loga!

So festi í úti á Argjum! Big time! Burtur eru allar høviskheitir, stuttir javnleikir, smáprát, fjas og fjant. 

Tí nú verður kempað til lív ella deyð! Einki talv endaði javnt! Svartur vann heili fýra av teimum fimm talvunum, og sjálvdan er so nógv talvkaos framleitt uppá eitt umfar! 

Nei! Argir er ikki fyri sartar sálir hesi páskini!

Les meira »