FM FINALA 2010 – Liðkapping fyri skúlaungdóm !

FM FINALAN 2010 í liðkappingini fyri skúlaungdóm, verður telvað í Kollafjarðar skúla, fríggjadagin 18. juni, kl. 17.00.

Kappingin er skipað í tveimum aldursbólkum: 4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri, har fýra telvarar manna liðini, umframt evt. í mesta lagi 2 skiftisleikarar.

Innleiðandi kappingar hava verið í Klaksvík og Kollafirði.

Les meira »

Til allar tíðir goymdur í talvhjarta Føroya

 

 

 

 

 

 

 

Heini Olsen (1969 – 2010)

Sera dátt kom tað við hjá okkum øllum tá ið tað frættist, at Heini Olsen ikki var at finna. Burturblivin. Hetta kundi jú ikki bera til. Óveruligt.

Vit livdu øll í vónini, at Heini mundi fara at koma afturí aftur og sessast við talvborðið í lívsins talvi, har hann higartil hevði telvt 40 framúr góðar leikir.

Støðan var góð, nú miðspælið var telvað og lagt afturum.

Les meira »

Klaksvík Chess Festival

lidkapping2

lidkapping2

 

Klaksvík Chess Festival 20.07.2010 - 26.07.2010

Kappingin er ein 10-mans GM-kapping, har allir telva móti øllum.

Harumframt verður ein opin bólkur, har ið øll kunnu telva við í.

Les meira »

Skráseting

Your browser does not support inline frames or is currently configured not to display inline frames.

Les meira »

FM UNG

Finalan flutt FM FINALAN 2010 í liðkappingini fyri skúlaungdóm, verður telvað í Kollafjarðar skúla, ….dagin X. juni, kl. 14.00. Kappingin er skipað í tveimum aldursbólkum: 4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri, har fýra telvarar manna liðini, umframt evt. í mesta lagi 2 skiftisleikarar. Innleiðandi kappingar hava verið í Klaksvík og Kollafirði.  Við støði í innleiðandi úrslitunum, eru liðini, sum telvað um FM-heitið hesi (stigatal): 4. flokkur og yngri: Havnin (42), Kollafjørður (38½), Klaksvík (33½).  5. flokkur og eldri: Havnin (36½), Sandavágur (32½), Klaksvík (31). Heiðursmerki verða latin liðunum í hvørjum aldursbólki, umframt ognarsteyp til vinnandi FM liðini. Í opnu kappingini telva hesi liðini: 4. flokkur og yngri: Sandavágur (19), Viðareiði (14½), Havnin2 (11), Kollafjørður3 (7½), Kollafjørður2 (6) 5. flokkur og eldri: Kollafjørður1 (21½), Kollafjørður2 (14), Kollafjørður3 (10), Kollafjørður4 (½) Í opnu bólkunum verða heiðursmerki latin trimum teim bestu liðunum í hvørjum aldursbólki. Lið, sum ikki vinna heiðursmerki, verða somuleiðis heiðraði …

Les meira »

Fráboðan

tsf logo

Steypakapping/Talvgalla 2010, sum ásett var at verða 22. mai við Gjógv, er fyribils útsett. Sama er galdandi fyri Grand Prix finaluna. Nærri kunning kemur seinni. FM finalan í liðkappingini fyri ung verður telvað 30. mai í Kollafirði. Vegna nevndina Jógvan Joensen, forseti

Les meira »

Havnin endurtók tvífelt GULL

 

Seinna innleiðandi FM-liðkappingin í talvi fyri skúlaungdóm varð telvað Dýra biðidag í Kollafjarðar skúla. Unglingar úr Havnini endurtóku sigurin frá fyrru kappingini í Klaksvík. Gullið kom til høldar í báðum aldursbólkum.

Les meira »