Henrik Danielsen vann Heini Olsen Memorial

 

Íslendski stórmeistarin, GM Henrik Danielsen, vann talvkappingina Heini Olsen Memorial. Henrik vann kappingina við 7 stigum, ájavnur í stigum við enska stórmeistaran GM Gawain Jones. Mótstøðustigini vórðu avgerandi. Helgi vann bronsu á 3. plássi við 6 stigum.

Les meira »

Hjartanemandi løta !

Tá Karpov vitjaði talvkappingina Heini Olsen Memorial gav hann sær góðar stundir, at heilsa uppá Rógva H. Olsen.

Les meira »

Helgi vann á Karpov !

Søguliga vitjanin hjá fyrrverandi heimsmeistaranum, Anatoly Karpov, innibar somuleiðis enn eitt søguligt úrslit fyri føroyska telving.

Les meira »

Anatoly Karpov á vitjan

(mynd: Chessvibes.com)

 

Legendariski Anatoly Karpov, fyrrverandi heimsmeistari í talvi, kemur til Føroyar í kvøld. 

 

 Vitjanin er komin í lag í sambandi við at Talvsamband Føroya í ár hevur 40 ár á baki og at Karpov stillar upp til forseta í altjóða talvsambandinum FIDE.

Les meira »

Klaksvík Chess Festival 20.-26. juli 2010

 

Enn ber til at verða partur at stóra talvtiltakinum í Klaksvík 20 – 26 juli. Talvfestivalurin fevnir um 2 kappingar. 

Umframt Heini Olsen Memorial - sum er ein allir móti øllum GM-kapping – verður ein opin talvkapping, har øll kunnu luttaka. Tað serstaka við opnu kappingini er, at heili 11 konufólk telva við. Kappingin er ókeypis, men tó eru frálíkir vinningar.

Les meira »

Helgi, suvirenur Grand Prix vinnari 2010 !

IM Helgi Dam Ziska, úr Tórshavn, dróg enn ein snøggan og sera tryggan Grand Prix sigur til høldar, tá Finalan 2009/10 varð telvað í hølum Havnar Telvingarfelags, fríggjakvøldið. Annað árið á rað. Eftir 10 kappingar í kappingarárinum, har 5 tær bestu eru avgerðandi fyri endastøðuna, vann Helgi kappingina við 34 stigum av 35 møguligum. Sannførandi. 

Les meira »

Havnin tvífelt FM-GULL !

FM-finalan í liðkappingini í talvi fyri skúlaungdóm varð telvað í Kollafjarðar skúla, fríggjadagin. Unglingar úr Havnini vunnu FM-gull í báðum aldursbólkum.

Framúr gott avrik hjá unglingunum úr Havnini, sum ikki snávaðu í finalu-umfarinum, eftir sigrarnar í undankappingunum í Klaksvík og Kollafirði.  

Les meira »