Høgni remis í maratontalvi

Føroyar fingu harða mótstøðu á talvolympiaduni í Ungarn í dag. Vit telvaðu móti Slovenia, sum á sínum fremru borðum hevur tveir sterkar russiskar stórmeistarar, ið eru flýddir undan Putin.

Les meira »

Vunnu 4-0 á Irak

Føroyar vundu úr Irak í fimta umfari á talvolympiaduni í Budapest í dag.  Minniligi 4-0 sigurin á irakum í seinasta umfari á talvolympiaduni í Moskva fyri tretivu árum síðani, sum gav okkum besta endaúrslitið nakrantíð, varð endurtikin í dag.

Les meira »

Tvey remis móti Rumenia

Rumenska landsliðið er krútsterkt, so tveir javnleikir – báðir við hvíta fólkinum – er góðkent avrik. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft telvaðu javnt, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol taptu.

Les meira »

Helgi í stórum stíli

Føroyar taptu 3-1 fyri Turkalandi í øðrum umfari á talvolympiaduni í Budepest. Dysturin var spennandi, og føroysku telvararnir góvu tí sterka turkiska liðnum dygga mótstøðu á øllum borðum.

Les meira »

Vunnu á Santa Lucia

Føroyar fingu góða byrjan á talvolympiaduni í Budapest. Í fyrsta umfari í dag vunnu vit 3 -1 á Santa Lucia, sum er ein oyggj har eysturi í Karibia. 180.000 fólk býr á oynni, sum fyrr var undir bretskum veldi, men fekk sjálvstýri í 1979.   Hetta er onnur ferðin, at oyggin er við á talvolympiadu. Telvarar haðani hava tí ikki mestu royndirnar, og ratingtøl og seeding varskógvaðu, at hetta var manning, sum Føroyar áttu at vinna á. Føroyar eru styrkismettar nummar 66 og Santa Lucia nummar 169. Eingin av telvarunum á teirra liði hevur styrkital hægri enn 2000. 

Les meira »

Á veg á talvolympiadu

Í dag byrjaði ferðin hjá føroyska talvlandsliðnum til Budapest í Ungarn, sum í næstum fer at hýsa størstu olympisku talvleikunum nakrantíð.   Ikki færri enn 197 lond hava boðað frá luttøku í kappingini. Hetta er nýtt luttøkumet. Á seinastu talvolympiaduni í Chennai í India í 2022 vóru í alt 188 lond við, og tað var met. Í alt eru 203 lond limir í altjóða talvsambandinum FIDE. Føroyar eru styrkismettar nummar 66 av teimum 197 londunum. 

Les meira »

Metstór luttøka á talv-OL

Ongantíð hava so nógv lond verið umboðað á olympisku talvleikunum sum í ár. Ikki færri enn 193 lið eru við í almennu kappingini, og hjá kvinnunum eru liðini 183 í alt. Føroyar manna bara lið í almennu kappingini.   Sum skilst hevur serstakur talvvenjari verður knýttur at fyrireikngunum hjá føroyska OL-landsliðnum. Venjingarnar fara fram bæði hvør í sínum lagi og saman sum lið.

Les meira »

Talvdystur á ólavsøku

Eins og undanfarin ár fara havnarmenn og klaksvíkingar aftur at telva á ólavsøku. Dysturin verður ólavsøkuaftan kl. 17:45 í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen. Sum vant verður telvað á tíggju borðum.  Havnin og Klaksvík hava størstu breiddina av føroysku talvfeløgunum, og hægsta miðalstyrkital yvir tíggju borð. Feløgini eru tey einastu, sum komandi kappingarár hava tvey lið hvør í bestu deildini. 

Les meira »