2 – 2 móti Sveis

Føroyar fingu frálíkt úrslit á talvolympiaduni í Budapest í kvøld. Javnleikur móti Sveis - mannað við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara, og við miðalstyrkitali omanfyri 2500 - fær illa verið annað enn sera gott úrslit.

Les meira »

Vunnu á Suðurkorea

Føroyska talvlandsliðið vann í kvøld 2½ - 1½ á Suðurkorea á talvolympiaduni í Ungarn. Roknað var við einum jøvnum og spennandi dysti, og so var. Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu við hvíta fólkinum, og John Rødgaard telvaði javnt á triðja borði. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti við svarta fólkinum á 1 borði.

Les meira »

John hin drúgvi

Veteranurin á føroyska talvlandsliðnum, John Rødgaard, er ikki sum aðrir telvarar. Hann mettast ikki av talvolympiadunum. Hann hevur verið fastur fúsur á føroyska talvlandsliðnum í fjøruti ár. 45. talvolympiadan, sum í hesum døgum fer fram í ungarska høvuðsstaðnum Budapest, er hansara nítjanda í røðini.

Les meira »

Høgni remis í maratontalvi

Føroyar fingu harða mótstøðu á talvolympiaduni í Ungarn í dag. Vit telvaðu móti Slovenia, sum á sínum fremru borðum hevur tveir sterkar russiskar stórmeistarar, ið eru flýddir undan Putin.

Les meira »

Vunnu 4-0 á Irak

Føroyar vundu úr Irak í fimta umfari á talvolympiaduni í Budapest í dag.  Minniligi 4-0 sigurin á irakum í seinasta umfari á talvolympiaduni í Moskva fyri tretivu árum síðani, sum gav okkum besta endaúrslitið nakrantíð, varð endurtikin í dag.

Les meira »

Tvey remis móti Rumenia

Rumenska landsliðið er krútsterkt, so tveir javnleikir – báðir við hvíta fólkinum – er góðkent avrik. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft telvaðu javnt, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol taptu.

Les meira »

Helgi í stórum stíli

Føroyar taptu 3-1 fyri Turkalandi í øðrum umfari á talvolympiaduni í Budepest. Dysturin var spennandi, og føroysku telvararnir góvu tí sterka turkiska liðnum dygga mótstøðu á øllum borðum.

Les meira »

Vunnu á Santa Lucia

Føroyar fingu góða byrjan á talvolympiaduni í Budapest. Í fyrsta umfari í dag vunnu vit 3 -1 á Santa Lucia, sum er ein oyggj har eysturi í Karibia. 180.000 fólk býr á oynni, sum fyrr var undir bretskum veldi, men fekk sjálvstýri í 1979.   Hetta er onnur ferðin, at oyggin er við á talvolympiadu. Telvarar haðani hava tí ikki mestu royndirnar, og ratingtøl og seeding varskógvaðu, at hetta var manning, sum Føroyar áttu at vinna á. Føroyar eru styrkismettar nummar 66 og Santa Lucia nummar 169. Eingin av telvarunum á teirra liði hevur styrkital hægri enn 2000. 

Les meira »