OL: Olaf koppaði Ekvador

 

Føroyar - Albania: LIVE, mikudag, kl. 10.00

Talv-landsliðið vann frálíkan 2½-1½ sigur á Ekvador í 7. umfari í OL í Sibirien í Russlandi.Ekvador var favorittur at vinna uppgerðina, nú teir vóru styrkimettir 18 pláss hægri enn Føroyar.

Les meira »

OL: Máttu lúta fyri Usbekistan

Ecoador - Føroyar, LIVE kl. 10.00, týsdagin.

Talvlandsliðið tapti 3-1 fyri Usbekistan í 6. umfari í OL í Russlandi. Usbekistan vóru favorittar at vinna uppgerðina, nú teir eru seedaðir nr. 33, meðan Føroyar er seedað nr. 83. (0-1) IM Helgi Dam Ziska (2439) – GM Rustam Kasimdzanhov (2685)
(0-1) IM John Rødgaard (2352) – GM Anton Filippov (2609)
(½-½) Olaf Berg (2274) – GM Alexei Barsov (2509)

Les meira »

OL: Góður sigur á Uganda

Føroyska liðið telvaði móti Uganda ídag, sum er styrkismett nr. 126. Sjálvt um Uganda ikki hevur fleiri sterkar rataðar telvarar, vístu undanfarnu úrslitini og talvini, at liðið ikki mátti undirmetast.

Les meira »

OL: Stórsigur á Libanon

Uganda - Føroyar: LIVE - leygarmorgun, kl. 10.00.

Føroyska talvlandsliðið vann sannførandi 3½-½ á Libanon í 4. umfari á Talvolympiaduni í Russlandi.Í kappingarskipanini hava Føroyar eitt vet betri seeding enn Libanon, sum er seedað nr. 98, meðan Føroyar er seedað nr. 83, men uppleggið til eina javna orrustu kom als ikki til sjóndar.

Les meira »

OL: Ov sterkir serbar

Føroyar - Libanon: LIVE, fríggjadag, kl. 10.00.

Talvlandsliðið fekk ikki úrtøku ímóti sterkum serbiskum liði, sum vann 4-0, í 3. umfari í OL í Russlandi.Serbar vóru greiðir favorittar í uppgerðini, nú teir eru seedaðir nr. 21, meðan føroyingarnir eru seedaðir nr. 83.

Les meira »

OL: Sannførandi sigur á Burundi

Serbia Live í 3. umfari: Hósmorgun, kl. 10.00.

Talv-landsliðið vann ruddiligan 4-0 sigur á Burundi, í 2. umfari í OL í Russlandi. Føroyar vóru greiðir favorittar í móti Burundi, sum er styrkimett uml. 60 pláss lægri, og greiddi setningin - uttan hóvasták - við sannførandi sigrum á øllum borðum.

Les meira »

OL: 1. umfar: USA – Føroyar – LIVE

 

Fylgið okkara monnum LIVE - HER og á hesi leinkjuni HER verða Nakamura-Ziska, Rødgaard-Kamsky, analyserað, samstundis, sum telvað verður.

Føroyska talv-landsliðið rennur seg í eitt satt óðnarveður í 1. umfarinum, í OL í Russlandi, sum fer av bakkastokki týsmorgunin.

Les meira »