HM: Ein søgulig orrusta higartil !

Talvheimurin er vitni til eitt heilt einastandandi HM í talvi 2010, nú 4 av teim 12 umførunum eru telvd.

Neyvan er tað hent áður, at so harðiliga verður gingið eftir sigrinum í hvørjum tí einasta talvinum. Eftir 4 umfør, er bert ta eina talvið endað við janvleiki.

Les meira »

Havnin stinnast í báðum bólkum

Skúlaungdómar úr Havnini løgdu bragdliga fyri, tá fyrra innleiðandi FM-liðkappingin 2010 varð telvað í Klaksvík sunnudagin. Talan gjørdist um GULL í bæði yngra og eldra bólkinum.

Les meira »

Anand – Topalov: HM byrjar seinnapartin

HM í talvi 2010 fer av bakkastokki í Sofia, Bulgaria, í dag kl. 15.00. Verandi heimsmeistarin, Viswanathan Anand, úr India, setur stevnu á heimavølli hjá avbjóðaranum, Veselin Topalov, úr Bulgaria.

Les meira »

Hjalti og Eli vardu HM-heitið

 

Afturvendandi HM-kappingin hjá Havnar Telvingarfelag - kappingin um hvør er HavnaMeistari í talvi - varð telvað hósdag seinnapart. Kappingin verður telvað, tá kappingarárið er um at halla, har unglingarnir, sum hava vant í vetur, dystast um heitið í tveimum aldursbólkum: 4. flokk og yngri og 5. flokk og eldri.

Les meira »

Innbjóðing: FM liðkapping fyri skúlaungdóm 2010

ht jl ung 2009 4flokk

Eins og undanfarin ár, verður í apríl-mai mánaði 2010 skipað fyri FM liðkapping fyri skúlaungdóm.

Kappingin er skipað soleiðis, at telvt verður um FM heitið í 2 aldursbólkum:

4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri

 Eftir innleiðandi kappingar, verður finaluumfarið í Tórshavn.

Les meira »

Reykjavík Open 2010: Heini Olsen sigur frá (2. partur)

 

 

Í øðrum umfari skuldi eg hava hvíta fólkið móti unga íslendinginum Daða Ómarssyni. Tó at hann dagin fyri hevði leikt javnt móti sterka svianum Niels Grandelius, so var kravið ein sigur.

 

Eg kundi staðfesta, at íslendinginum dámdi væl hvøssu høvuðsfrábrigdini í kongaindiskum, og tí fyrireikaði eg eitt varið frábrigdi – ætlanin var at fáa unga mótstøðumannin úr síni fyrireiking skjótast gjørligt. 

Les meira »

GRAND PRIX FINALA ÚTSETT

tsf logo

Grand Prix Finalan 2009/10, sum sambært skránni er ásett at verða telvað leygardagin 10. apríl, er fyribils útsett. Nærri verður lýst seinni. 

Les meira »