Síðsta umfar í Liðkappingini 2014/15 verður telvað í nýggja skúlanum á Giljanesi, leygardagin 21. mars. Byrjað verður kl. 10.00. Ynskiligt er, at telvararnir møta í góðari tíð. Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt, telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Dømi: Ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.
Les meira »Innbjóðing til HT-Open 2016
Hervið verður bjóðað til talvkappingina HT OPEN 2016 dagarnar 22.-24. apríl. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.
Les meira »
KTF kvik
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 07. mars. Telvað verður í Snjallu Bjallu. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.
Kappingin byrjar leygardagin 07. mars, kl. 12.30. Telvað verða 7 umfør.
Tilmelding higartil: http://www.chess-results.com/tnr164249.aspx?lan=7
Les meira »
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 8. mars kl 14, í Skúlanum á Argjahamri
KOM VIÐ
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 8. mars kl 14, í Skúlanum á Argjahamri
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina.
Telvað verður í minst 3 aldursbólkum:
2 flokkur og yngri
3 til 5 flokkur
6 til 10 flokk
Um luttøkan gerst stór verður deilt í smærri bólkar.
Les meira »
ST-Kvik 2015
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 21. februar.
Telvað verður í talvhølinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.
Kappingin byrjar leygardagin 21. februar kl. 11.00. Telvað verða 7 umfør.
Tilmeldingar: http://www.chess-results.com/tnr162088.aspx?lan=7
Les meira »NM 2015: Pictures from round 1
NM 2015: Denmark and Norway are in the lead
Denmark and Norway are in the lead, before the last round. The standing, by country is: 1-2: Denmark, Norway: 29 points 3: Sweden 28 4: Iceland 27½ 5: Finland 22½ 6: Faroes 14 In group A, Swedish Joar Olund and Dagur Ragnarsson from Iceland lead the group with 4 points each. In group B, ss. Klemens NG from Sweden leads group C with 4,5 points. Finnish Toivio Keinanen leads group D with 4,5 points and Danish Jonas Bjerre group E with 1 point, having the total of 4,5 points. The last round starts at 16:00 and will be broadcasted live.
Les meira »NM 2015: Round 3-4 pictures
NM 2015: Høgni svaraði aftur
Høgni svaraði aftur Rúni T. Jacobsen vann fyri fyrstu ferð í hesi kappingini, og nú er Høgni Egilstoft Nielsen eitt hálvt stig aftanfyri tveir teir fremstu í NM kappini í skúlatelving Annar kappingardagurin í norðurlendsku kappingini í skúlatelving, sum hetta vikuskifti er í Klaksvík, er av. Í dag riggaði tað tøknliga soleiðis, sum tað varð vónað og væntað. Tað vil siga, at tað bar til at fylgja talvunum beinleiðis á netinum. Tað verður telvað á Hotel Klaksvík – á Sjómansheiminum – og har verður fimta umfar sunnudagin klokkan 10. Sætta og seinasta umfar verður sunnudagin klokkan 16. Luttakararnir fara av aftur landinum mánadagin. A bólkurin (1995-1998) Sæð við føroyskum eygum var stóri spenningurin í dag, hvussu tað fór at hilnast hjá Høgna Egilstoft Nielsen í bólki A, ið eru teir, sum eru føddir 1995-1998. Eftir at hann fyrrapartin tapti í triðja umfari, so eydnaðist tað Høgna seinnapartin at reisa …
Les meira »