Føroyski ratinglistin, 07.04.2014

Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2480 4 2 IM John Arni Nilssen KTF 2387 -5 3 IM John Rødgaard VT 2347 -9 4 Olaf Berg HT 2299 15 5 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2275 40 6 Jóan Hendrik Andreasen HT 2261 -12 7 Martin Poulsen HT 2233 18 8 FM Flóvin þór Næs HT 2229 -12 9 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 10 Ólavur Simonsen KTF 2206 -5 11 Sjúrður Thorsteinsson VT 2179 12 Eyðun Nolsøe KTF 2164 13 Heini Danielsen SF 2160 14 Høgni Egilstoft Nielsen ST 2156 37 15 Bogi Ziska HT 2150 16 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2146 -1 17 Torkil Nielsen ST 2102 -6 18 Jens Christian Hansen TT 2085 -3 19 Steintór Rasmussen KTF 2070 28 20 Hans Kristian Simonsen HT 2065 -24 21 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2064 22 Torbjørn Thomsen VT 2063 -33 23 Wille Olsen …

Les meira »

HT-Open

HT OPEN verður telvað á Venjingarskúlanum inngongd frá Stórheyggi og ikki frá Frælsinum, væntandi á Lon 4 ella kanska Lon 3. Lon 4 er tann nýggjasta og liggur næst P-økinum við Fimleikarhøllina á Stórheyggi. http://chess-results.com/tnr128367.aspx?lan=7 Byrja verður fríggjakvøldið kl.18.00 stundisliga!!  

Les meira »

Barna- og ung talvkapping á Argjahamri

Sunnudagin varð aftur telvað ein barna- og ung talvkapping, hesa ferð í Skúlanum á Argjahamri.

65 børn og ung settust við talvborðini kl. 14 og býtt var í 4 bólkar. 

Allir bólkarnir telvaðu 6 umfør, men bert í tí elsta bólkinum varð talvklokka nýtt. 

Les meira »

Endaumfarið telvað í Tórshavn “Guli Skúli”

FM endabresturin í Liðkappingini 2016 verður telvaður í Gula Skúla, Tórshavn, leygardagin 16. apríl. Byrjað verður kl. 10.00 stundisliga. Møt í rúmari tíð undan.   Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt  telvarum at flyta niður í lægri lið/deild.  Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.     

Les meira »

ST-Kvik

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 22. februar. Telvað verður í talvhølunum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2013/14. Tilmeldingar: http://chess-results.com/tnr125220.aspx?lan=7&art=0&turdet=YES&wi=821 Kappingin byrjar leygardagin 22. februar  kl. 13.00. Telvað verða 7 umfør. Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part. Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingsvirðislønir. Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum. Tilmelding: Meldið til hjá Torkil Nielsen á tlf. 532700 ella kappingarleidarin@faroechess.com Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 21. februar kl. 20.00   Møtið fjølment ! SANDAVÁGS TALVFELAG

Les meira »