Føroyski ratinglistin, 26.05.2011

  Ratinglistin 26.05.2011   Nr.   Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2443 1 2 IM John Arni Nilssen KTF 2394   3 IM John Rødgaard VT 2332 -7 4   Jóan Hendrik Andreasen HT 2296   5   Olaf Berg ST 2266   6 FM Flóvin þór Næs HT 2262 11 7 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2231 12 8   Ólavur Simonsen KTF 2230 13 9   Martin Poulsen HT 2221   10   Rógvi W. Rasmussen TFS 2217   11   Eyðun Nolsøe KTF 2162 -31 12   Sjúrður Thorsteinsson VT 2161 11 13   Heini Danielsen SF 2160   14   Bogi Ziska HT 2150   15   Hans Kristian Simonsen HT 2131 21 16   Jens Christian Hansen TT 2121   17   Torbjørn Thomsen Skopun 2110 -26 18   Rógvi E. Nielsen ST 2104 3 19   Steintór Rasmussen KTF …

Les meira »

Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Helga Dam Ziska

Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt stuðulsavtalu við føroyska telvaran Helga Dam Ziska, ið hevur fingið sera góð úrslit bæði í Føroyum og uttanlanda seinastu árini. Í ár hevur Helgi Dam Ziska fingið sera góð úrslit. Helgi Dam Ziska hevur vunnið finaluna í føroysku Grand Prix-kappingina í talvi. Hann vann kappingina við 8½ stigi av 9 møguligum, ½ stig framman fyri nærmasta avbjóðara. Við sigrinum gjørdist Helgi eisini samlaður Grand Prix-vinnari 2010/11 við tilsamans 35 Grand Prix stigum – ella tað sum svarar til 100% úrtøku. Eisini hevur Helgi Dam Ziska vunnið FM í talvi fyri einstaklingar í 2011. – Eg eri sera fegin um stuðulin, sum ger tað lættari hjá mær at taka lut í kappingum uttanlanda og menna meg sum telvara, sigur Helgi Dam Ziska í tíðindaskrivi. Helgi Dam Ziska, telvari, og Kristina Háfoss, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, undirskrivaðu sáttmálan. Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur, “Vit vilja vera …

Les meira »

Grand Prix Finalan 2011: Helgi enn einaferð !

Grand Prix Finalan 2011 varð telvað í vikuskiftinum.

Rættir telvarar ræðast ikki skuggan, og møttu 10 telvarar til finaluna í allar fagrasta summarveðri.

 

Undan finaluni hava 9 kappingar verið, sum hava skift í millum snartalv, kviktalv og talv við vanligari leiktíð.
Luttakaratalið hevur verið á heilt góðari leið, og kann GP metast sum eitt vælumtókt tiltak millum telvarar.

Les meira »

Innbjóðing: Steypakapping 2011 og Talvgalla við Gjógv

Eftir heilt einastandandi væl eyðnaðu steypakappingarnar 2007/08/09/10, skipar Talvsamband Føroya - aftur í 2011 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 28. mei 2011. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr.

Les meira »

Innbjóðing: FM Ung-lið

ht jl ung 2009 4flokk

Eins og undanfarin ár, verður í mai mánaði 2011 skipað fyri FM liðkapping fyri skúlaungdóm.

Kappingin er skipað soleiðis, at telvt verður um FM heitið í 2 aldursbólkum:

4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri

 Eftir innleiðandi kappingar, verður finaluumfarið í Kollafirði.

Les meira »

Kappingarfrásøgn: EM í Aix-les-Bains

Í døgunum 22. mars - 2. apríl tók eg lut í árligu evropameistarakappingini fyri einstaklingar, sum varð hildin í hugnaliga býnum, Aix-les-Bains, fronskumegin Alpurnar. Eg hevði ikki meira enn sett fólkið upp eftir síðsta talvið í Reykjavík Open, fyrr enn leiðin gekk víðari til Fraklands, men tó at nógv kundi gingið betur í Reykjavík, var eg við gott mót eftir tveir sigrar í seinastu umførunum har. Eins og til Reykjavík Open var málið til EM fyrst og fremst at hava eina avriksrating oman fyri 2500 og síðani fara eftir GM-norminum, um høvið beyðst.  

Les meira »

FM 2011: 9. umfar

Tøkk til fyriskiparar, hjálparfólk og telvarar.

Hjartaliga til lukku : 

IM Helgi Dam Ziska, Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen og Karl Louis Johansen

Vinnarar í FM fyri einstaklingar í talvi 2011 !

Les meira »

FM 2011: 8. umfar

Føroyameistaraskapurin í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum hildin í Vestmanna.


Silas Eyðsteinsson úr Sandavágs Talvfelag er føroyameistari í talvi fyri unglingar. Áðrenn síðsta umfar leygardagin er hann 1½ stig fremstur og verður tí ikki tikin.

Steypurin í almenna bólkinum fer eisini til Sandavágs Talvfelag, til  Høgna Egilstoft Nielsen. Eftir átta umfør hevur hann bara latið ½ stig frá sær til mótstøðumenn sínar.

Í landsliðsbólkinum liggur Helgi Dam Ziska best fyri áðrenn síðsta umfar, ½ stig frammanfyri John Rødgaard. Helgi vann talv sítt í næstseinasta umfari, meðan Rødgaard telvaði javnt.

Les meira »