Talv OL – 5. umfar

  LIVE kl 13.00: http://www.chessolympiadistanbul.com/livegames/   Úrslit og støður: http://results.chessolympiadistanbul.com/tnr77681.aspx?art=20&fed=FAI&lan=7&flag=30

Les meira »

Talv OL – 4. umfar

 

Aftur í 4 umfari fingu Føroyar eina sterka talvtjóð. Georgia við sínum GM'arum vóru klárt favorittar, men tað var um reppið at føroyska liðið fór við sigrinum, og tað hevði ikki verið óuppiborið !

 

Les meira »

Talv OL – Triðja umfar

 

Á fyrsta borði telvaði Helgi móti nr. 4 á FIDE-ratinglistanum Teimour Radjabov 2788, og tað varð milt sagt eitt øgiligt talv. Beinanvegin í byrjanini  lat Teimour ein riddara fyri 2 finnur, og hettar gav honum gott spæl og eitt ómenniskjaligt trýst á hvíta kongin. Endin var eisini, at Helgi gjørdist óneyvur og mátti lúta.

 

Les meira »

Talv OL – annað umfar

Flúgvandi byrjan.
 
Føroyska talvlandsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan i Istanbul. 
 
2 sigrar á rað, 4 dystarstig og 6½ borðstig er status, nú tvey umfør eru liðin, og lagið er sjálvsagt gott.
Lat okkum njóta tað so leingi tað varir, tí í 3. umfari møta Føroyar Azerbaijan, ið er eitt krútsterkt lið,
styrkismett nr. 7.

Talv OL – Annað umfar

Talv OL Istanbul 2. umfar, Togo - Føroyar.
 
Føroyska liðið telvar móti Togo í øðrum umfari og er enn eina ferð stórfavorittur.

1. umfar: Føroyar 2½ – Sudan 1½

{jcomments on}

Vónirnar áðrenn dystin móti Sudan vóru góðar, og eftir styrkitølunum at døma átti føroyska liðið at vinna stórsigur.

Tað gekk tó ikki heilt sum ætlað í fyrsta umfari, men hóast alt er fyrsti sigurin komin til høldar.

Les meira »

Talv OL – Fyrsta umfar

Talv Olympiadan í Istanbul varð sett ígjárkvøldið og seinnapartin kl. 15.00 (13 føroyska tíð), verða fyrstu leikirnir fluttir.
Føroyar eru styrkismettar nr. 74 av teimum 158 luttakandi londunum, og møta í fyrsta umfari Sudan styrkismett nr. 154. 
 

Frásøgn: Politiken Cup 2012 (Partur.1)

Størsta talvkappingin í norðurlondum Politiken Cup, varð hildin í døgunum 28. juli  til 05. august. 292 telvarar høvdu meldað seg til kappingina, harav vóru 22 GM'arir og 9 IM'arir. Teir 5 telvararnir úr Føroyum vóru : Herluf Hansen, Høgni Egilstoft Nielsen, Sigurð B. Justinussen, Brandur Højgaard og eg sjálvur.
     Eg hevði vant nógv til kappingina, so vónirnar at fáa eitt gott úrslit vóru góðar. Umráðandi var at fáa eina góða byrjan upp á kappingina, fyri síðan at møta sterkari telvarum, men mongum brestur ætlan.

Les meira »