Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Sandavágur ella Havnin?

Sandavágur ella Havnin?

Leygarmorgunin 18. mars endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík.
 
Mesti spenningurin er í 1. deild. Sandavágs Talvfelag hevur verið einaráðandi í vetur og vunnið allar níggju dystirnar. Men kortini er eingin avgerð fallin enn. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag eru tvey stig aftanfyri. 

Vágamenn standa seg tí við hálvumøðrum stigi í innanhýsis dystinum millum oddaliðini í seinasta umfarinum. Tað røkkur til FM-sigurin. Havnarmenn mugu afturímóti vinna finaluna á vágamonnum í minsta lagi 3-1. Gera teir tað, verður umdystur um FM-heitið við nýggjari finalu í kviktalvi sama dag. 
 
Talvsamband Føroya ætlar at vísa leikirnar á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum beinleiðis á heimasíðuni – faroechess.com, umframt frá hinum báðum dystunum í 1. deild. Byrjað verður klokkan 10 leygarmorgunin.
 
 
Úrtøkan higartil
 
Her sæst hvussu úrtøkan hjá hvørjum einstøkum telvara á toppliðunum báðum hevur verið í vetur:
 
Sandavágur
1. Rógvi Egilstoft 7½/9
2. Høgni Egilstoft Nielsen 9/9
3. Silas Eyðsteinsson 5½/6
4. Jón í Horni Nielsen 6/8
5. Torkil Nielsen 2/3
6. Rúnar Berg 0/1
 
Havnin
1. Helgi Dam Ziska 6½/7
2. Martin Poulsen 3½/5
3. Olaf Berg 6½/8
4. Luitjen Akselsson Apol 4/5
5. Carl Eli Samuelsen 5/7
6. Sjúrður Thorsteinsson 1/1
7. Hjalti Toftum Jógvanson 1/2
8. Rógvi Mortensen ½/1
 
 
 
ST best síðan 2010
 
Vinnur Sandavágs Talvfelag í ár, verður tað áttanda FM-heitið hjá felagnum í bestu deildini. Tá leggja teir seg upp á síðuna á Klaksvíkar Talvfelag, sum leingi hevur verið næstmest vinnandi felagið.
 
Síðani 2011 hava Sandavágs Talvfelag (ST) og Havnar Telvingarfelag (HT) vunnið eftir tørni – ST sjey ferðir og HT fimm ferðir. 
 
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
 
 
FM-sigrar í alt (1971-2022)
HT 25
KTF 8
ST 7
VT 6
KT 4
TT 1
TFS 1
 
Støðan í 1. deild
Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *    4 3 4 30 18
2 Havnar Telvingarfelag 1    *   *  4 4 4 28 16
3 Klaksvíkar Talvfelag 2 ½ 0  *   *  2 2 4 3 1   15,5 6
4 Klaksvíkar Talvfelag 1 ½ ½ ½ 2 2  *   *    4 15 6
5 Havnar Telvingarfelag 2 1 ½ 0 0 1    *   *  2 11 5
6 Kollafjarðar Talvfelag 1 0 ½ 0 0 3   0 2  *   *  8,5 3
10. umfar (leygardagin 18. mars)
Sandavágur – Havnin
Klaksvík A – Havnin B
Kollafjørður – Klaksvík B
 
 
Double up til Sandavág?
 
Alt bendir á, at Sandavágs Talvfelag hevur tvey lið í 1. deild komandi kappingarár. Fyri síðsta umfar í 2. deild eru vágamenn á odda, og eru trý stig undan harðasta kappingarneytanum, so tað skal vilja illa til, um teir snáva nú.
 

Støðan í 2. deild

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 2  *   *  3 4   2 3 3 24 15
2 Klaksvíkar Talvfelag 3 1  *   *  2   2 21 12
3 Kollafjarðar Talvfelag 2 0 2  *   *  2   16 6
4 Vestmanna Talvfelag 1   0 ½  *   *  3 3 1 15,5 8
5 Havnar Telvingarfelag 4 2 1   1  *   *  1 15,5 7
6 Havnar Telvingarfelag 3 1 ½ 2 2   1 3 3  *   *  15,5 6
10. umfar (leygardagin 18. mars)
Sandavágur – Vestmanna
Havnin B – Klaksvík
Havnin A – Kollafjørður
 
 
Skálafjørðurin ella Sundalagið
 
Í 3. deild stendur kappingin millum teir í Runavíkini og felagsliðið í Sundalagnum. Munurin er ikki størri enn so, enn at dystirnir í síðsta umfari kunnu avgera alt.
 

Støðan í 3. deild

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Kongshavnar Talvfelag 1  *   *  ½ 2 3 4   2 22,5 12
2 Talvfelagið Rókur 1 2  *   *  0 3 2 3   21 12
3 Tofta Talvfelag 1 ½ 1 4  *   *    1 4 2 19 9
4 Sandavágs Talvfelag 4 0 1 2    *   *  3 17,5 9
5 Kollafjarðar Talvfelag 3 ½   1 ½ 3 ½  *   *  2 14 7
6 Sandavágs Talvfelag 3 2   0 2 1 2  *   *  14 5
10. umfar (leygardagin 18. mars)
Kongshavn – Kollafjørður
Sandavágur A – Rókur
Sandavágur B – Toftir


Stavn um stavn
 
Í 4. deild eru gøtumenn og klaksvíkingar í veruligari kapprenning um sigurin og uppflyting. Her verður spenningur til síðsta leik.
 

Støðan í 4. deild

Rk. Lið 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10  TB1   TB2 
1 Gøtu Talvfelag 1  *  3 3 4 4 3 4   25 14
2 Klaksvíkar Talvfelag 4  *    2 3 4 4 4 4 25 13
3 Vestmanna Talvfelag 2 1    *  3 4 3 4 23,5 12
4 Havnar Telvingarfelag 5 2 1  *  3 3   3 4 21 11
5 Klaksvíkar Talvfelag 5 1 0 1  *    4 2 4 17 9
6 Talvfelagið Rókur 2 0 1 ½    *  3 3 16 10
7 Gøtu Talvfelag 2 0 0 ½ 1 ½  *  3   4 10,5 4
8 Kongshavnar Talvfelag 2 1 0 1   0 1  *  2 3 9,5 3
9 Tofta Talvfelag 2 0 0 0 1 2 1   2  *  2 8 3
10 Talvfelagið Rókur 3   0 ½ 0 0 1 0 1 2  *  4,5 1
10. umfar (leygardagin 18. mars)
Gøta A – Rókur B
Gøta B – Toftir
Havnin – Kongshavn
Vestmanna – Klaksvík A
Klaksvík B – Rókur A
 
 
 
Havnin FM-vinnari
 
Hóast eitt umfar er eftir í unglingadeildini, er longu greitt, at manningin hjá Havnar Telvingarfelag hevur tryggjað sær meistaraheitið.

Støðan í unglingadeildini

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Havnar Telvingarfelag 1  *   *    2 3 4 4 4 4 30,5 17
2 Klaksvíkar Talvfelag 1    *   *  2 2 3 4 3 4 24,5 14
3 Sandavágs Talvfelag 1 2 1 2  *   *  3 2   3 3 20 11
4 Gøtu Talvfelag 1 ½ 0 2 1 2  *   *  2 1   12,5 5
5 Havnar Telvingarfelag 2 0 ½ 1 0   2 3  *   *  1 1 10 3
6 Sandavágs Talvfelag 2 0 0 1 0 1 1   2 3  *   *  9,5 4
10. umfar (mikudagin 22. mars)
Havnin A – Klaksvík A
Sandavágur A – Havnin B
Sandavágur B – Gøta
 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …