Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2022

Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2022

Talvfelagið Rókur bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2022.

Kappingin

Kappingin verður í Mentanarhøllini á Eiði í døgunum 9. apríl – 15. apríl  2022.

Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Allir bólkar telva soleiðis:

1. umfar

Leygardagur

9. apríl

kl. 14.00

2. umfar

Sunnudagur

10. apríl

kl. 14.00

3. umfar

Mánadagur

11. apríl

kl. 17.00

4. umfar

Týsdagur

12. apríl

kl. 17.00

5. umfar

Mikudagur

13. apríl

kl. 17.00

6. umfar

Hósdagur

14. apríl

kl. 14.00

7. umfar

Fríggjadagur

15. apríl

kl. 14.00

 

Átta teir hægst rataðu telvararnir telva í landsliðsbólkinum. Hinir telva í almenna bólkinum.

Vinnarin av landsliðsbólkinum er Føroyameistari og vinnur rættin til at verða við á OL liðnum.

Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2022.

Víst verður annars til meginreglurnar hjá TSF fyri FM.

Veteranar

Fríggjadagin 15. apríl verður skipað fyri óalmennum FM fyri veteranar. Hesin bólkur er fyri telvarar, ið eru 50 ár ella eldri. Hesir telva hósdagin og fríggjadagin 14.- 15. apríl. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sek leik.

Kappingin er treytað av nóg stórari luttøku. Nærri verður lýst aftaná tilmeldingarfreistina.

Luttøkugjald og tilmelding

 

Unglingabólkurin           200 kr. 

Almenni bólkurin           300 kr. 

1. Bólkur                         300 kr.

Landsliðsbólkurin          300 kr. 

Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 6460-1523688 hjá Talvfelagnum Róki í seinasta lagi týsdagin 5. apríl.

Við tilmelding skal upplýsast: FM 2022, navn og bólkur.

Luttøkugjaldið í veteranbólkunum er 50 kr, og tilmeldast skal í seinasta lagi týsdagin 5. apríl kl. 18.00.

Møguligir spurningar kunnu stílast Rógva Egilstoft tel. 740400.

 

Vinningar

Landsliðsbólkurin:
Nr. 1 – 6.000 kr.
Nr. 2 – 3.000 kr.
Nr. 3 – 2.000 kr.

 

1. Bólkur
Nr. 1 – 2.000 kr.
Nr. 2 – 1.500 kr.
Nr. 3 – 1.000 kr.

 

Almenni bólkurin:
Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 –   500 kr.

 

Unglingabólkurin:

Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.

Steyp verða latin til nr. 1, nr. 2 og nr. 3 í øllum bólkum.

Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um tað stendur á jøvnum um 1. pláss. Umdysturin verður telvaður fríggjadagin eftir seinasta umfar.

Í øllum øðrum førum verður korrektión brúkt, tá ið tað stendur á jøvnum.

Við talvkvøðu

Talvfelagið Rókur og Talvsamband Føroya

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …