ST-Open

Fyrsta Open-kapping í ár verður í Sandavági vikuskiftið 8.-10. novembur 2019. Telvað verður í hølum felagsins.

Tilmeldingar higartil: Tilmeldingar

7 umfør eru í kappingini. 3 kviktalv, sum verða telvaði fríggjakvøldið og 4 langtalv, sum verða telvaði leygardagin og sunnudagin.

Telvað verður soleiðis:

Fríggjakvøldið kl. 19:00 verða 3 kviktalv telvað.

Leygardagin kl. 10:00 og 15:00 verða 4 og 5 umfar telvað.

Sunnudagin kl. 12.30 og 16.30 verða 6 og 7 umfar telvað.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sek/leik

Langtalv: 90 min + 30 sek/leik

Vinningar:

  1. 1.000 kr.
  2. 650 kr.
  3. 350 kr.

2 x ratingsvirðislønir á 300 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404, í seinasta lagi hóskvøldið 7. novembur  kl. 20.00.

 

Møtið fjølment!

Sandavágs Talvfelag

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …