Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Klaksvíkar Talvfelag steypavinnarar 2019

Klaksvíkar Talvfelag steypavinnarar 2019

Leygardagin varð steypakappingin 2019 telvað í Klaksvík. 40 telvarir, úr fimm feløgum luttóku við tilsamans 6 liðum. Undirtøkan var nakað lakari enn undanfarnu árini, tá ið fleiri lið hava verið við, men tað gjørdi ikki kappingina minni spennandi, tí spenningurin helt sær til seinasta leik.

Havnar Telvingarfelag, ið vann kappingina í fjør, hevði ikki sterkasta liðið við. Tó lógu teir væl fremstir, tá ið 3 umfør vóru eftir, men so steðgaðu teir fullkomuliga upp. Sandavágs Talvfelag, ið gjørdist nr. 2 í fjør, vantaðu eisini onkran telvara, men vóru eisini væl við allatíðina.
Klaksvíkar Talvfelag luttók við tveimum liðum, og høvdu teir flestu av sínum bestu telvarum við.

Hvørt liðið varð mannað við 6 telvarum, og loyvt er eisini at hava útskiftarar, soleiðis at somu telvarar ikki nýtast at telva øll umførini. Kappingin varð skipað soleiðis, at øll liðini møttust tvær ferðir, tvs. 10 umfør íalt. Tá ið kappingin var hálvrunnin, og øll liðini høvdu telvað móti hvør øðrum einaferð, lá Havnar Telvingarfelag fremst við 23,5 stigum, Sandavágs Talvfelag hevði 21 stig, meðan Klaksvíkar Talvfelag 1 hevði 18,5 stig.

Í seinnu hálvu tóku klaksvíksingar annað skinn um bak, og fingu tá 22,5 stig, og endaðu við 41 stigum tilsamans. Sandavágs Talvfelag endaði somuleiðis á 41 stigum, men av tí at klaksvíksvingar vunnu tann eina dystin 3½-2½ (hin endaði 3-3), varð hetta avgerandi fyri endaligu støðuna.
Hetta er fyrstu ferð í 7 ár, at Klaksvíkar Talvfelag vinnur steypakappingina. Havnarmenn, sum høvdu eina øgiliga byrjan, fingu einans tvey stig í tveimum teimum seinastu umførunum, móti ávíkavist klaksvíksvingum og sandavágsmonnum, og endaðu sostatt á 3. plássi við 38 stigum.
Í niðaru hálvu endaðu vestmenningar og 2. lið hjá Klaksvík, við 27½ hálvum stigum hvørt, meðan eitt samansett lið úr Eysturoynni endaði nr. 6 við 5 stigum. Tann endaliga støðan, við úrslitum, kann síggjast við at trýsta á: http://chess-results.com/tnr437796.aspx?lan=7&art=0 .

Eftir lokna kapping varð veitsludøgurði hildin. Umframt sang og undirhald, var sum altíð Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot valt.

Sum vanligt hevur verið, endar kvøldið við snartelving. Tilsamans 18 telvarar luttóku, og telvað vórðu 9 umfør. Javnir við 7½ stigum hvør, endaðu Høgni E. Nielsen og Olaf Berg ovastir, og tískil mátti umdystur til, ið Høgni vann. Ólavur Simonsen gjørdist nr. 3 við 7 stigum.

Við greiðum meiriluta varð Luitjen Akselsson Apol valdur til Ársins Telvara, meðan Benjamin Reinert Fjallheim varð kosin Ársins Stjørnuskot – eisin við greiðum meiriluta. Báðir hava havt sera gott kappingarár og vunnu ávíkavist 1. bólk og Unglingar, tá ið FM var hildið á Páskum.

Klaksvíkar Talvfelag, steypavinnarar 2019
Sandavágs Talvfelag, nr. 2
Havnar Telvingarfelag, nr. 3

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …