Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.

Les meira »

Innbjóðing til Barnatalvlegu í Klaksvík

    Talvsamband Føroya, saman við eldhugaðum foreldrum, skipar í døgunum 6. til 7. apríl fyri venjingartalvlegu fyri børn og ung í Skótahúsunum í Klaksvík. Á skránni er venjing, hugni og felagsskapur; matur, spæl og yvirnátting. Vant verður í 2 styrkisbólkum. Venjarar á hesi legu eru Rani Nolsøe og GM Helgi Dam Ziska.

Les meira »

Brøður í FM-stríði

Árliga FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar byrjaði í dag klokkan 14 á Giljanesi. Sandavágs Talvfelag skipar fyri í ár.  Kappast verður í fýra bólkum; Landsliðsbólkinum, almenna bólkinum, unglingabólkinum og veteranbólkinum. Í alt 45 telvarar eru við. Í fjør vóru 67 telvarar í stóru 100 ára jubileums FM-kappingini hjá Havnar Telvingarfelag. Átta kappast í FM-bólkinum. Í almenna bólkinum eru 17 telvarar, í unglingabólkinum 16 og í veteranbólkinum eru fýra telvarar. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft eru favorittar at vinna FM í ár.

Les meira »

Beinleiðis frá FM 2024

Øll talvini frá FM fyri einstaklingar 2024, ið byrjar í dag kl. 14, verða stroymd á Lichess. Sí leinkjur á https://live.faroechess.com/

Les meira »

Gøtu Talvfelag í framlopi

Nú bragdar aftur í Gøtu Talvfelag. Í gjárkvøldið vann felagið FM-heitið í unglingadeildini. Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini – einasta FM-heitið higartil var í 1978. Lív tykist vera komin í aftur telvingina í Gøtu eftir nøkur soltin ár. Sama kann helst sigast um onnur feløg eisini, tí ikki færri enn níggju lið hava kappast í unglingadeildini í vetur, og kappingin hevur verið bæði jøvn og spennandi. Fyri fáum árum síðani var eingin unglingadeild í talvi, men nú grør aftur nógvastaðni.

Les meira »

Innbjóðing til GP finaluna 2024

Leygardagin 16. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum í Kollafirði. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

Les meira »

Innbjóðing: BGP9 í Havn

Komandi sunnudag, 17. mars, verður kviktalvkapping fyri børn í Finsen í Havn. Talan er um 9. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Havn byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.

Les meira »

Havnin FM-vinnari í talvi

Havnarmenn gjørdu bart og vunnu stórsigur á vágamonnum í seinasta umfari í landskappingini í dag.     Við 3½ – ½ sigri í finaludysti móti Sandavágs Talvfelag varð 26 FM-heitið hjá Havnar Telvingarfelag ruddiliga staðfest.    Í botnstríðnum var sama úrslit; havnarmenn lívbjargaðu sær og sendu vágamenn úr deildini.

Les meira »

Havnin ella Sandavágur

Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Havnarmenn standa til at taka FM-heitið frá vágamonnum, men við einum rimmar spurti kann Sandavágs Talvfelag endurvinna FM-heitið.   Oddaliðini bresta saman í seinasta umfari. Eitt stig er nóg mikið hjá Havnar Telvingarfelag. Sandavágs Talvfelag skal afturímóti vinna toppdystin í minsta lagi 3½-½ fyri at endurvinna FM.   Spenningurin er ikki minni í botnstríðnum. Stutt er millum B-liðini hjá teimum trimum feløgunum, sum eru umboðað í 1. deild – Sandavágs Talvfelag, Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag

Les meira »