Næstbest í smálandakappingini

Tað eydnaðist ikki føroyska talvlandsliðnum at endurvinna kappingina fyri smátjóðir í Evropa á hesum sinni. Andorra vann hesa áttandu kappingina suðuri á Jersey. Føroyar endaðu nummar tvey av teimum tíggju liðunum. Føroyar vunnu sjey dystir, taptu ein og telvaðu ein javnan. Úrtøkan var 15 dystarstig og 26 borðstig.

Les meira »

Vunnu á Guernsey og Kýprós

Føroyska talvlandsliðið gjørdi gott hál í smálandakappingini suðuri á Jersey í dag. Vunnið varð bæði í morgun og í kvøld.    Móti Guernsey vunnu føroyingar á øllum fýra borðum. Kýprós gav okkum dyggari mótstøðu í kvøld. Tá komið var hálva leið, høvdu vit bara hálvt stig, men tíbetur vóru okkara menn á ovaru borðunum báðir við yvirlutan.    Vit vunnu tí 2½-1½ á Kýprós. Føroyar hava nú otað seg av fimta plássi fram á triðja plássið, men enn eru Andorra og Luksemburg fremri.

Les meira »

Nógvir um boðið

Eingin heilt greiður favorittur sæst eftir fyrstu trý umførini í smálandakappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa suðuri á Jersey.   Føroyska liðið tapti lykladystin móti Luksemburg í fyrsta umfari. Síðani hava Føroyar vunnið báðar dystirnar í dag – í morgun á Malta og í kvøld á Liktinstein.   Føroyar eru á fjórða plássi sum er. Andorra, Monako og Luksemburg eru fremri.    Í fjórða umfari í morgin telva Føroyar móti oddaliðnum Andorra.

Les meira »

Innbjóðing til Liðkapping fyri børn 5. nov.

  Sunnudagin 5. november er liðkapping fyri børn aftur, hesaferð á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar kl. 13:00.   4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.

Les meira »

Úrslit frá barnakappingini í Runavík

Sunnudagin 28. oktober, var barnatalvkapping fyri lið hildin í Skúlanum við Løkin í Runavík. Aftur hesaferð var fantastisk uppmøting, við heili 19 liðum. Hettar svarar til 76+ børn, umframt venjarar, foreldur og systkin sum áskoðarir. Stemningurin var góður, og børnini hugnaðu sær, bæði við í ímillum talvini.

Les meira »

Talvlandsliðið á ferð

Spenningur á Jersey Tað er lagt upp til spennandi talvkapping á Jersey. Har fara komandi dagarnar tíggju lið úr smátjóðum í Evropa at kappast í sonevndu Small Nations kappingini fyri talvlandslið. Trý lið tykjast fullkomiliga jøvn. Føroyar, Andorra og Luksemburg. Føroyar hava miðalratingstyrkitalið 2278, Andorra 2277 og Luksemburg 2276. Javnari fær tað ikki verið. Føroyska liðið er hesaferð mannað soleiðis: 1. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2. Martin Poulsen (HT). 3. John Rødgaard (VT)  4. Luitjen A. Apol (HT) 5. Jón í Horni Nielsen (ST). Talvsambandið leggur dent á, at ein unglingatelvari sleppur upp í part á landsliðnum til smálandakappingina. Hini liðini eru Kýprós, Liktinstein, Jersey, Guernsey, Malta, San Marino og Monako. Øll liðini telva ein dyst hvørt móti øðrum. Byrjað verður í morgin, og kappingin endar týsdagin 4. november.

Les meira »

Innbjóðing til liðkapping fyri børn 28. okt.

  Leygardagin 28. oktober er liðkapping fyri børn aftur á skránni – hesaferð í skúlanum við Løkin í Runavík. Kappingin byrjar kl. 10:00.   4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.

Les meira »