OL 2016: 3. umfar: Ruddiligur sigur

Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Jóan Hendrik Andreasen vann fyrst á 3. borði. Okkara maður var við svarta fólkinum ágangandi í fronsku byrjanini, og fekk straks góða støðu. Hann herjaði á kongsmegin, mótstøðumaðurin tók eina offraða finnu, men hon var eitrað, og so var ballið búið.

Les meira »

OL 2016: 2. umfar: 1-3 móti Bulgaria

Tað gjørdist ein fínur dagur hjá føroyska talvlandsliðnum í Baku í dag. Eitt stig móti sterka bulgarska liðnum er væl og virðiliga góðkent, og at Helgi Dam Ziska fær remis móti so sterkum telvara sum Topalov, er einki minni enn eitt bragd. John Rødgård vísti eisini vegin við enn einum lýtaleysum avriki. Remis við svørtum móti sterkum stórmeistara – og kanska stóð John enntá betri?  3. og 4. borð taptu, men serliga Sjúrður spjálkaði væl og leingi, áðrenn hann legði kongin. Samanumtikið ein sera góður dagur.

Les meira »

OL-liðið: Eftirmeting av dystinum móti Suður Sudan

Åbningsrunden ved skakolympiaden i Baku, var en speciel oplevelse. Vi mødte Sydsudan, der stillede med én ratet spiller med et ratingtal på 1899 og tre ikke-ratede spillere. I ”gamle dage” betød dette som regel en sikker sejr. Sådan er det ikke mere. Vi fik en hård kamp.

Les meira »

OL 2016: 1. umfar: Vunnu fyrsta dystin

Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í dag. Helgi Dam Ziska, John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og Jóan Hendrik Andresen tapti. Føroyar eru styrkismettar nógv hægri enn Suðursudan, og tí var roknað við líknandi úrsliti. John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu trygt við hvíta fólkinum, men við svarta fólkinum høvdu okkara menn trupulleikar.

Les meira »

Vangamynd í 3-2 Helgi Dam Ziska

Helgi Dam Ziska hevur júst luttikið í sterkari kapping í Dubai, sum upphiting til Talv-Olympiaduna í Baku. Áðrenn fráferð var Helgi vangamynd í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum.

Les meira »

Talv-OL Baku

Ikki færri enn 180 lið verða umboðað á talvolympiaduni í Aserbadsjan í næstum. Á seinastu olympiaduni, sum var í Tromsø í Noregi fyri tveimum árum síðani, vóru liðini í opnu kappingini 172 í alt. Føroyar eru styrkismettar nummar 85 av teimum 180 liðunum. Russland er styrkismett sum nummar eitt. Manningin verður henda: 1. Kramnik 2. Karjakin 3. Grischuk 4. Tomashevsky 5. Nepomniachtschi. Størsti avbjóðarin verður helst USA, sum er styrkismett nummar tvey. Amerikanska liðið hevur hesa manning: 1. Caruana 2. Nakamura 3. So 4. Robson 5. Shankland. Kina, sum vann kappingina seinast, er styrkismett nummar trý. Tey tíggju londini, sum eru styrkismett hægst eru: 1. Russland 2. USA 3. Kina 4. Aserbadsjan 5. Ukraina 6. Frakland 7. Poland 8. Ongland 9. Ungarn 10. Holland. Av norðurlondum er Noreg styrkismett hægst sum nummar 17. Heimsmeistarin Magnus Carlsen situr á fyrsta borði.

Les meira »