Havnarmenn vunnu

Oddabrak hevur í dag verið í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag møttust í innanhýsis dysti í fimta umfari í landskappingini. Úrslitið var, at Havnin vann 3-1. Á báðum fremstu borðunum endaði javnt, men á triðja og fjórða borði vunnu havnarmenn.

Les meira »

Talvtoppfundur í morgun

Nógvir leikir verða fluttir í dag. Tvey umfør eru á skránni í føroysku landskappingini í talvi. Dystirnir í fimta umfari byrjaðu klokkan tíggju í morgun, og klokkan fýra verður farið undir dystirnar í sætta umfari. Telvað verður í øllum deildum í Kollafjarðar Skúla. Tey bæði oddaliðini í fremstu deildini, Havnin og Sandavágur, bresta saman í morgun. Havnar Telvingarfelag er á odda við 14½ stigi. Sandavágur hevur 12½ og Klaksvík hevur á triðja plássi 8 stig. Sandavágs Talvfelag er føroyameistari og hevur vunnið meistaraheitið seinastu fýra árini.   Dysturin í morgun hevur stóran týdning fyri møguleikarnar hjá vágamonnum at endurvinna heitið. Sandavágur hevur havt hesa manning í vetur: 1. Rógvi Egilstoft Nielsen 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Torkil Nielsen 4. Silas Eyðsteinsson. Liðið hjá Havnini í morgun er hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Olaf Berg 3. Martin Poulsen 4. Carl Eli Samuelsen. Tíggju umfør eru í landskappingini, og kappingin endar 18. mars.

Les meira »

GP-kapping útsett

GP-kappingin, sum skuldi telvast leygardagin 21.01, er flutt til 11.02 – tíð og stað seinni. Dupult umfarið 28.01 verður lýst seinni. Væntandi i Kollafirdi.

Les meira »

Havnin økir

Munurin øktist eitt stig millum oddaliðini í landskappingini í talvi eftir dystirnar í fjórða umfari í dag. Havnar Telvingarfelag vann 3½-½ á øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag, og er nú tvey stig undan føroyameistarunum úr Sandavágs Talvfelag. Helgi Dam Ziska sat á 1. borði hjá Havnini í dag, og vann í stórum stíli á Steintór Rasmussen. Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson vunnu eisini, men Carl Eli N. Samuelsen mátti sættast við remis móti Terja Petersen.

Les meira »

Fyrstu leikirnir í ár

Eftir drúgvan vetrarsteðg verður í dag aftur farið at telva í  føroysku landskappingini. Klokkan tvey byrja dystirnir í fjórða umfari í øllum trimum deildunum. Í 1. deild eru dystirnir hesir: Sandavágur-Klaksvík 1, Kollafjørður-Havnin 2 og Klaksvík 2-Havnin 1. 1. lið hjá Havnar Telvingarfelag hevur 11 stig, fleirfaldu føroyameistarnir úr Sandavági hava 10 stig, og Klaksvík 1 hevur 6½ stig. Í 2. deild er Gøtu Talvfelag á odda, og í 3. deild er Havnar Telvingarfelag fremst. Í 1.- og 2. deild eru liðini seks, og í 3. deild eru í alt níggju lið.

Les meira »

Høgni vunnið IM-norm

19 ára gamli telvarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM-normin, sum er fyrsta stigið á leiðini at gerast altjóða meistari í talvi. Høgni – og bróðirin Rógvi – hava á nýggjárinum verið við í sterkari altjóða kapping í Svøríki – Rilton Cup. Fleiri enn hundrað telvarar hava verið við – eisini nógvir stórmeistarar og altjóða meistarar. Kappingin endaði í dag. Høgni vann í seinasta umfari á svenska stórmeistaranum Pia Cramling, sum í síni tíð var mett sum fremsta kvinna í heiminum at telva. Høgni fekk 5½ stig og endaði nummar 16 í røðini. Eldri bróðirin Rógvi fekk 4½ stig.

Les meira »

Føroyameistari í snartalv fyri 12. ferð!

28 luttakarar vóru við til Føroyameistaraheitið í snartelving 2016. Stórfavorittur at vinna kappingina var Helgi Dam Ziska. Síðani 2004, tá ið Helgi vann sítt fyrsta FM-heitið í snartelving, hevur hann vunnið hvørja ferð hann hevur luttikið. Í 2012 var Helgi burturstaddur í lestrarørindum; tað árið vann John Rødgaard.

Les meira »

Føroyskir telvarar uttanlanda

Í Svøríki byrjaði tiltikna Rilton Cup ídag. Hetta er 46. árið at kappingin verður fyriskipað, og er kappingin deild upp í fleiri ratingbólkar. Í ovasta bólkinum, sum eitur Rilton Cup, telva brøðurnir Rógvi- og Høgni Egilstoft Nielsen við. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen er eisini við í Svøríki. Fylgjast kann við Rilton Cup á hesari leinkju: http://www.rilton.se/   Í Hollandi telvar Hans Kristian Simonsen við í Chess Festival Groningen, A-bólkinum. Eftir eina varliga byrjan, er Hans Kristian komin betur fyri seg. Hann hevur í skrivandi løtu 2½ stig av 5 . Leinkja til kappingina: http://www.chessfestival.nl/en/

Les meira »

Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv 2016

Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv verður í hesum døgum telvað í Doha, Qatar. Heimsmeistarin í kviktalvi Magnus Carlsen, og Heimsmeistarin í snartalvi Alexander Grischuk eru báðir við, men saman við teimum eru eisini onnur kend nøvn, har fleiri eru serliga kendir innan kvik- og snartelving. Av hesum kunnu nevnast Hikaru Nakamura (2779) úr USA, Ian Nepomniachtchi (2767) Russland, Maxime Vachier-Lagrave (2811) Frankarríki, Levon Aronian (2795) Armenia og Sergey Karjakin (2785) Russland og Viswanathan Anand (2779) India. Í Doha er eisini HM í kvik- og snartalv fyri kvinnur. Tað er fyrstu ferð, at bæði menn og kvinnur telva samstundis um HM í kvik- og snartalvi. Men við einans 36 luttakarum, er kappingin ikki eins stór og tann hjá monnunum. Men hóast lága luttakaratalið, eru fleiri kend nøvn við har eisini. Favorittar hjá kvinnum eru Wenjun Ju (2580) Kina, Anna Muzychuk (2561) Ukraine, Humpy Koneru (2557) India og Alexandra Kosteniuk (2555) Russland.

Les meira »