Suveren oddalið

Tvey lið skaraðu framúr í landskappingini í talvi, sum endaði leygardagin. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag vóru í flokki fyri seg. Bara eitt stig var á muni teirra millum tá avtornaði, men heili sjey stig vóru aftur til Klaksvíkar Talvfelag á triðja plássi. Oddaliðini vunnu bæði níggju av tíggju dystum í alt. Sínamillum fingu tey hvør sín sigur. Sandavágs Talvfelag hevur í nøkur ár havt serstøðu sum oddalið í føroyskari telving. Tað er í roynd og veru tankavekjandi, tí felagið var í nógv ár elevatorlið millum 1.- og 2. deild. Brádliga kom vend í. 

Les meira »

Havnin føroyameistari

Tað reið um snarið! Sandavágsmenn mundu gjørt bart og tikið øll á bóli í avgerandi dystinum um FM-heitið í seinasta umfari í landskappingini í talvi í dag. Neyvan nakar hevði grunað, at Sandavágs Talvfelag fór at leggja oddaliðið hjá Havnar Telvingarfelag afturum seg í endaspurtinum, tí til tess kravdist ein ógvuliga ruddiligur sigur í sinámillum finaludystinum, men tað mundi lukkast.

Les meira »

Havnin ella Sandavágur?

Leygarmorgunin 18. mars klokkan 10 verða fyrstu leikirnir fluttir í øllum dystum í seinasta umfari í landskappingini fyri lið í talvi 2017. Telvað verður í Gula Skúla við Landavegin í Havn. Innkoyring er við gamla Restorfs Bryggjarí. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, flytur fyrsta leikin í toppdystinum millum oddaliðini Havnina og Sandavág. Umboð fyri Tórshavnar Býráð handar vinnandi liðum steyp og heiðursmerki, tá liðugt er seinnapartin.

Les meira »

Umdystur í liðkappingini

Síðsta umfar í liðkappingin verður telvað í Gula skúla í Tórshavn 18.03.2017 kl. 10.00. Spenningurin er so stórur, at nógv lið kunnu enda jøvn. Í reglunum fyri liðkappingina stendur hetta:

Les meira »

Vaktarskifti í Havnar Telvingarfelag

Nýggj leiðsla hevur tikið við í elsta talvfelagnum í landinum. Ein fyribils arbeiðsnevnd hevur stjórnað felagnum í nøkur ár, men í gjárkvøldið var heilt nýggj nevnd vald á fyrsta regluliga aðalfundi felagsins í eini fýra ár.

Les meira »