Runavík Open: Nikita Maiorov sigraði

RO2017_9 (14)

32 ára gamli stórmeistarin Nikita Maiorov úr Hvítarusslandi vann sannførandi aðru altjóða almennu talvkappingina í Runavík, sum endaði í dag. Javnleikur í dag móti russiska spaniólanum Oleg Korneev tryggjaði Maiorov sigurin í Runavík Open 2017. Maiorov endaði einsamallur á odda við 7½ stigi fyri níggju umfør – eitt heilt stig frammanfyri fýra aðrar, sum gjørdust javnir á øðrum plássi. Maiorov var ósigraður í Runavík; vann seks talv og telvaði trý jøvn. Maiorov gongur tjúgu ratingstig fram eftir góða úrslitið í Føroyum, og vinnur seg upp á styrkitalið 2540 – tíggju stig lægri enn Helgi Dam Ziska. Hvítarussland er sum øll onnur lond, ið sprottin eru úr fyrrverandi Sovjettsamveldinum, eitt land við sterkari talvsiðvenju. Nikita Maiorov er í løtuni nummar níggju í yvirlitinum yvir bestu telvarar í heimlandinum, og hevur tí ikki umboðað Hvítarussland á nakrari talvolympiadu. Javnir á øðrum plássi í Runavík gjørdust Srinathan Narayanan úr India, Oleg Korneev úr Spania, Igor Khenkin úr Týsklandi, Yi Xu …

Les meira »

Runavík Open: Seinastu leikirnir

RO2017_1

Onnur altjóða talvkappingin í Løkshøll í Runavík endar í dag. Hvítarussiski stórmeistarin Nikita Maiorov stendur til at vinna kappingina. Hann er í løtuni heilt stig undan fremstu kappingarneytunum, og stendur seg tí við javnleiki í dag. Hann sleppur kortini ikki spælandi til sigurin, tí mótstøðumaður hansara í dag er Oleg Korneev, russi av uppruna, men búsitandi og umboðandi Spania. Korneev hevur hægri styrkital enn Maiorov.

Les meira »

Runavík Open: Langur leygardagur í Løkshøll

RO2017_1

Nú líður væl í altjóða talvkappingini Runavík Open. Tvinni umfør eru í dag, og í morgin verður seinasta umfarið. Í morgun var farið undir sjeynda umfar. Gudmundur Kjartansson úr Íslandi, sum vann kappingina í fjør, hevur nú lagt seg fram í oddan. Hann vann í gjár á Vladimir Hamitevici úr Moldova, og er nú sjálvurannar fremstur í kappingini. Hann situr nú í búnum talvi móti hinum oddafiskinum, ukrainska stórmeistaranum Nikita Maiorov, sum í gjár vann oddadystin móti Srinath Narayanan úr India.

Les meira »

Runavík Open: John er álitið

John

Tann elsti av føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open, John Rødgård, er tann, sum stendur seg best av okkara fólki. John, sum nú er 62 ára gamal, er framvegis ósigraður í kappingini. Í gjár vann hann á russiska stórmeistaranum Evgenij Gleizerov, sum er omanfyri 2500 í rating. John hevur 3½ stig eftir fimm umfør og er nummar trettan í røðini av teimum 59 telvarunum í kappingini. Í dag telvar John móti indiska stórmeistaranum, Deep Sengupta, sum við sínum 2587 í rating hevur hægsta styrkitalið í kappingini. 

Les meira »

Runavík Open: Útlendingar á odda

RO2017_1

Ikki óvæntað eru tað útlendsku stórmeistarnir, sum kappast sínamillum um sigurin í aðru altjóða talvkappingini í Runavík, nevnd Runavík Open. Ikki færri enn tólv stórmeistarar úr ymsum londum, og fimm altjóða meistarar eru millum teir trýss telvararnar. Tað eru helvt um helvt útlendingar og føroyingar í kappingini.

Les meira »

Ísland vann vinarlandsdystin

FAI_ISL_2017 (1)

Ísland vann tann afturvendandi vinarlandsdystin, ið varð telvaður í Løkshøll í vikuskiftinum. Ísland vann báðar dystirnar: fyrra dystin 6½-4½ og seinna dystin 7-4. Sostatt vann Ísland samanlagt 13½-8½.

Les meira »

Føroyar vunnu

SNC_9

Føroyar hava í dag vunnið talvkappingina fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra. Avgerandi dystin í kappingini – finaluna móti vertslandinum – vunnu Føroyar í síðsta umfari í dag 2½-1½. Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri við svarta fólkinum á triðja borði. Á hinum borðunum endaði javnt.

Les meira »

Føroyar – Ísland vinarlandsdystur

Í vikuskiftinum, í dag og morgin kl. 14, verður afturvendandi vinarladsdysturin móti Íslandi telvaður í Løkshøll í Runavík. Á 2. hvørjum ári verður dysturin avhildin í annaðhvørt Íslandi og Føroyum, og í ár verður hann telvaður í Føroyum.

Les meira »