Innbjóðing: Grand Prix KTF-KVIK 2010 !

kjolur09 1

 

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 6. mars. Telvað verður í Ósáskúlanum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.

Kappingin byrjar leygardagin 6. mars, kl. 12.00. Telvað verða 7 umfør.

Les meira »

Telvari í 3. deild ikki á styrkilistanum

Liðkappingin

  Telvarin hevur telvað við Toftir 2 í 8., 9. og 10. umfari. Misskiljingar frá Toftir 2 høvdu við sær, at telvarin ikki varð fráboðaður til kappingarleiðaran, og tískil ikki settur á styrkilistan hjá felagnum.  Kappingarleiðarin hevur avgjørt, at telvarin skal roknast at vera á styrkilistanum eftir 8. umfar hjá 3. deild, og er sostatt lógligur eftir hetta. Niðurstøðan er sostatt, at viðkomandi telvari tapir talv sítt í 8. umfari.

Les meira »

Helgi vann ST-Grand Prix 2010

helgi st 2010

Helgi sigraði trygt ! Lokali Rógvi E. Nielsen var hin einasti, sum megnaði at skala fulla stigatalinum: Javnt !  

28 telvarar vóru til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági í dag. Telvað varð í SÍF-húsinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.

Les meira »

Seinasta umfar í liðkappingini

lidkapping

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt  telvarum at flyta niður í lægri lið/deild.  Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir. Í unglingadeildini gerst hesin regul galdandi við, at telvarar ikki kunnu flyta frá einum liði í unglingadeildini, niður í lægri lið í unglingadeildini – tó kunnu teir hava telvað við einum liði í vaksnamannadeildinum í umfarinum frammanundan.

Les meira »

Ratinglistin, januar 2010

1          Helgi D. Ziska IM           HT        2419 2          John Arni Nilssen IM      KTF      2376 3          John Rødgaard IM         VT        2344 4          Heini Olsen FM              KTF      2343 5          Martin Poulsen              HT        2299 6          Flóvin þór Næs FM        HT        2252 7          Jóan Hendrik Andreasen            HT        2251 8          Carl Eli N. Samuelsen    VT        2246 9          Rógvi W. Rasmussen    TFS      2217 10         Ólavur Simonsen           KTF      2214 11         Olaf Berg                      ST        2193 12         Eyðun Nolsøe               KTF      2181 13         Heini Danielsen             SF        2160 14         Hans Kristian Simonsen KT        2154 15         Bogi Ziska                    HT        2150 16         Torbjørn Thomsen         KT        2137 17         Jens Christian Hansen   TT         2124 18         Sjúrður Thorsteinsson    VT        2084 19         Finnbjørn Zachariassen  Rókur   2082 20         Steintór Rasmussen      KTF      2075 21         Rógvi E. Nielsen                       ST        2065 22         Finnbjørn Vang              KTF      2065 23         Wille Olsen                    KTF      2034 24         Herluf Hansen               HT        2027 25         Torkil Nielsen                ST        2021 26         Hanus Brekká                TFS      2010 27         Rani Nolsøe                  KTF      1994 …

Les meira »

NM-fyri ung: Høgni vann NM-bronsu !

img_8895

Høgni Egilstoft Nielsen kemur heldur ikki hesuferð tómhentur heim til Sandavágs eftir lokna talvkapping í útlondum. Úrmælingurin vann NM-bronsu í Svøríki, fyri telvarar 12 ár og yngri. Einastandandi frálíkt avrik av Høgna, sum enn einaferð minnir okkum á, at heilt serlig talvevnir gera seg galdandi. 

Les meira »

NM fyri ung: Janus Skaale, ein ordans vørr !

janus 2

 

Hóast bert 9 ára gamalur, hevur Janus Skaale, úr Klaksvík, framt eitt satt bragd í yngsta U10 bólkinum í NM í Svøríki. Eftir javnleik hósdag fyrrapart, er sigursrøðin framúrskarandi: 3 sigrar uppí slag !

Les meira »

NM-fyri ung: Høgni á odda í U12-bólkinum !

hgni

 

Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, vann - fríggjadag seinnapart - sera spennandi og dramatiskan oddadyst í U12-bólkinunum, ímóti lokala favorittinum, Egor Norlin (1911), úr Svøríki.  Úrslitið inniber ein heilt einastandandi spennandi endabrest leygardagin, tá tvinni og seinastu umførini verða telvd.

Les meira »