Havnin økir

Tvey umfør í landskappingini í talvi fyri lið vórðu avgreidd í Sandavági leygardagin. Oddaliðið hjá Havnar Telvingarfelag otaði seg eitt stig aftrat frá harðastu kappingarneytunum úr Sandavágs Talvfelag. Munurin er kortini einans tvey stig millum liðini.

Les meira »

NM frásøgn: Dagur 2 (Foreldrini greiða frá)

Nú annar dagurin er farin afturum, hava føroysku telvararnir fingið 11½ stig tilsamans, sum er áleið á støði við árini frammanundan. Janus Skaale hevur tó skarað framúr, og liggur hann á einum deildum øðrum plássi. Hann var styrkismettur nr. 10 í B-bólkinum undan kappingini, men enn hevur hann ikki tapt. Í morgin fær hann tó truplan dyst móti Toivo Keinanen, sum liggur einsamallur á fremsta plássi í bólki B.

Les meira »

NM frásøgn: Dagur 1

Nú fyrstu tvey umførini í NM-kappingini fyri skúlaungdóm eru avgreidd, kann ikki sigast annað enn, at føroysku telvararnir eru komnir væl frá byrjan. Í alt 5½ stig eru komin til høldar.

Les meira »

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 18. februar

Talvkapping fyri børn og ung verður í Sandavági sunnudagin 18. februar kl. 14. Telvað verður í Talvhúsinum (gamla Føroya Banka). Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum: • 2 flokkur og yngri • 3 og 4 flokk • 5 og 6 flokk • 7 og 8 flokk • 9 flokk og 10 flokk

Les meira »