Helgi flott FM-hattrick

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann bæði meistaraheiti og altjóða kappingina, sum skipað var fyri í samband við FM-talvkappingina fyri einstaklingar, sum endaði í dag.

Les meira »

Helgi á odda

Støðan broyttist í oddanum í FM-bólkinum í einstaklingakappingini í talvi í næstsíðsta umfari í gjár.Tað var telvað við størri kraft og flogi í gjár enn fyrradagin. Helgi syfti Hans Kristian Simonsen sum ein vøtt og vann flott og elegant í góðum álopstalvi. Á øðrum borðum lagaðu úrslitini seg eisini eftir vild hjá okkara stórmeistara.

Les meira »

Linligur føroyskur dagur

Lítið plúmm var í føroysku telvarunum í fimta umfari í víðkaðu FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár.Helgi Dam Ziska lat sjálvboðin oddasessin frá sær til Normunds Miesiz, tá ið hann longu eftir sjey leikir sættaðist við remis móti Carsten Høi. Hví Helgi ikki bjóðaði til at gera eina roynd at vinna á danska mótstøðumanninum, sum er útivið 200 ratingstig aftari enn hann, og sum hann longu 14 ára gamal var mentur at vinna á, tá ið hann tryggjaði sær fyrsta IM-normin í Politiken Cup í 2005, er at undrast á.

Les meira »

Helgi og Miezis javnir

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú lagt seg fram undir liðina á lettlendska stórmeistaranum Normunds Miezis í víðkaðu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Í fjórða umfari í gjár vann Helgi ógvuliga sannførandi við hvíta fólkinum á Sjúrða Thorsteinssyni. Miezis telvaði javnt móti danska stórmeistaranum Carsten Høi. Danin hevði greiðan materiellan fyrimun í endatalvinum, men gav støðuna upp fyri remis vegna ólíkalittar bispar á borðinum. Teldan roknaði støðuna greitt til fyrimunar fyri Høi, men stórmeistararnir samdust um remis.

Les meira »

Remis í toppdysti

Talvið millum favorittarnar Helga Dam Ziska og lettlendska stómeistaran Normunds Miezis í triðja umfari í FM-kappingini í talvi í gjár endaði javnt. Helgi bjóðaði remis longu í tólvta leiki. Mestur hava báðir gingið í remistonkum longu áðrenn talvið byrjaði.  Føroyskir talvfjepparar høvdu helst vónað, at okkara toppseedaði stórmeistari fór at leggja eitt sindur meira fyri í oddabrakinum, serliga nú hann longu er farin eitt hálvt stig afturum Miesiz. Men líkt er til, at Helgi setti seg ikki føran at vinna við svarta fólkinum móti tí næstbesta.

Les meira »

Góður føroyskur dagur

Føroysku telvararnir stóðu seg væl í øðrum umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár.  Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu báðir á tveimum av útlendsku telvarunum. Helgi vann á Drazen Dragicevic. Helgi telvaði væl og vann sannførandi. Tað var av sonnum stórmeistaratelving.  Hans Kristian vann ikki minni sannførandi á danska stórmeistaranum Carsten Høi. Stuttligt at síggja. Tá ið Hans Kristian er í hasum lagnum, er ikki at vera fyri.

Les meira »

Olaf góða byrjan

Fleiri góð og spennandi talv sóust í fyrsta umfari í Landsliðsbólkinum í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár. Við føroyskum brillum var Olaf Berg dagsins hetja. Í einum fínum talvi koppaði hann svianum Drazen Dragicevic, hvørs styrkital er meira enn hundrað stig hægri enn hjá Olafi. Men tað sást ikki í gjár. Hatta var Olaf, tá hann er bestur.

Les meira »

Sterkur FM-bólkur

Synd er at siga, at áhugin at vera við í árligu FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum er stórur. Einans 36 telvarar eru við í ár. Tað er nógv lakari luttøka enn vanligt. Í fjør vóru 45. Sammett við bestu FM-árini fyrrapartin í 80-unum gerst munurin næstan ræðandi stórur. Í 1981 vóru 74 telvarar við í FM-kappingini í Hvalvík, í 1982 á Toftum kappaðust 71 og í Havn í 1983 var talið 68.

Les meira »

Lítil áhugi fyri FM

Árliga FM-einstaklingakappingin í talvi verður í Havn um páskirnar. Nú tilmeldingarfreistin var úti, var so lítil undirtøka fyri kappingini, at Havnar Telvingarfelag, sum fyrireikar kappingina, hevur gjørt av at útseta freistina til á midnátt í morgin týsdagin.

Les meira »

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í seinasta umfari í landskappingini var allur ivi burturbeindur. Árið er minniligt hjá Sandavágs Talvfelag. Felagið er 50 ára gamalt, og vinnur nú meistaraheitið við telvarum, sum allir hava sín uppruna í felagnum. Hini FM-árini vóru Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen, sum hava røtur í Havnar Telvingarfelag, týðandi stuðlar hjá vágamonnum. 

Les meira »