Tað er mangur leikur í longum talvi

Tað var spenningur og dramatikkur við lít, tá landskappingin í talvi endaði í gjár. Vanliga verður seinasta umfarið avgreitt sum stórt felagsumfar, men Korona-støðan bar í sær, at vent var aftur til vanligu mannagongdina, at heimaliðini skipaðu fyri sínum dystum.   Mesti spenningurin var á Giljanesi, har oddaliðini í 1. deild brustu saman í rættari FM-finalu. Havnarmenn tóku øll á bóli við einum knúsandi stórsigri á meistaraliðnum í Vágum. 3½-½ sigurin bar í sær, at steypið endaði aftur í Havn. 

Les meira »

Havnar Telvingarfelag vann

Havnin vann í dag í stórum stíli FM-finaluna í landskappingini móti meistaraliðnum hjá Sandavágs Talvfelag.  Havnarmenn høvdu knívin á barkanum fyri dystin í seinasta umfari á Giljanesi í dag, tí treytin var, at teir vunnu í minsta lagi 3-1, skuldu teir taka meistaraheitið frá vágamonnum. Úrslitið gjørdist 3½-½ til havnarmenn.

Les meira »

FM finalan beinleiðis

Avgerandi FM dysturin millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingar felag kl. 14, kann síggjast á http://live.faroechess.com/lid2020/live.html ella http://live.faroechess.com/lid2020/tfd.htm 

Les meira »

Sandavágur ella Havnin

Í dag fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag møtast í rættari FM-finalu á Giljanesi. Føroyameistararnir úr Vágum eru hálvtannað stig fremri, og standa seg tí við javnleiki ella teprum ósigri. Havnarmenn skulu vinna dystin í minsta lagi 3-1 fyri at tryggja sær meistaraheitið.   Talvsamband Føroya fer at varpa leikirnar á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum beinleiðis á netinum. Dysturin byrjar klokkan 14.00. og til ber at fylgja vil leik fyri leik á øllum fýra borðum. Leinkið sæst á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.

Les meira »

FM-finala á fýra borðum

Bara eitt umfar restaði í í landskappingini í talvi, tá Korona setti allar føroyskar telvarar skák og mát um miðjan mars.   Nú verða talvfólkini aftur flutt á teimum 64 puntunum. Tíggjunda og seinasta leikumfar í landskappingini 2020, sum skuldi vera  21. mars, verður í staðin nú leygardagin 23. mai. Og tá fæst umsíðir at vita, hvør verður føroyameistari.

Les meira »

Endaumfarið verður 23. mai

Eftir at tilmælið um frástøðu bleiv broytt frá tveimum metrum niður í ein metur, verður nú mett ráðiligt, at síðsta umfar í liðkappingini kann verða telvað. Umfarið verður telvað 23. mai kl. 14:00.

Les meira »

Kappingar á netinum í mai

Síðani Coronavirusið byrjaði at herja, hevur nógv telving verið á netinum. Talvsamband Føroya hevur skipað fyri kappingum á heimasíðuni chess.com. Nógvar kappingar verða eisini í mai mánaði. Øll eru vælkomin at luttaka.

Les meira »