Liðkappingin 2020/2021

Liðkappingin 2020/2021 byrjar sunnudagin 04.10.2020. 24 lið eru tilmeldaði til kappingina hjá vaksnum. Umfram hetta eru 6 lið tilmeldaði til Unglingadeildina.

Les meira »

Talvkapping á Eiði

Fyrsta Gand Prix kappingin hetta kappingarárið verður á Eiði leygardagin 26.09.2020. Byrjað verður at telva kl. 14:00. Kappingin er fyri øllum, bæði royndum og minni royndum.

Les meira »

FM í talvi fyri einstaklingar avlýst/útsett

Vegna nýíkomnu COVID-19 støðuna, hava Runavíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya valt at avlýsa FM fyri einstaklingar, ið skuldi telvast komandi tvey vikuskiftini. Seinni í ár verður støða tikin til, um FM 2020 verður hildið. Við talvkvøðu, Runavíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya    

Les meira »

FM fyri einstaklingar 2020

TSF bjóðar, saman við Runavíkar Talvfelag og Runavíkar kommunu, til FM í talvi fyri einstaklingar í Løkshøll. Árið 2020 hevur verið eitt sermerkt ár. Korona kollvelti samfelagið og gerandisdagin, og skapti hetta nógvar nýggjar avbjóðingar.  Hetta er eisini galdandi fyri føroyska telving og skipan av kappingum, men nýggjar avbjóðingar merkja nýggjar loysnir.

Les meira »