Innbjóðing: HT snar

6. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen komandi leygardag, 27. januar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Innbjóðing: BGP5 í Runavík

Komandi leygardag, 27. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Skúlanum við Løkin í Runavík. Talan er um 5. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Runavík byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.

Les meira »

Úrslit: Barna Grand Prix 4 á netinum

Leygardagin 20. januar var barnatalvkapping telvað á netinum, á síðuni chess.com. Hettar var kapping nummar 4 út av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum Talvsamband Føroya skipar fyri í ár. Telvað var í 2 aldursbólkum: 4.fl. og yngri og 5. fl. og eldri. 6 umfør vóru á skránni við tíðini 5 minuttir + 5 sekund.

Les meira »

Innbjóðing: Barnatalvkapping á netinum

Leygardagin 20. januar kl. 13 verður barnatalvkapping á netinum. Øll børn eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd. Telvað verða 6 umfør við tíðini 5 minuttir + 5 sekund. Talan er um 2 aldursbólkar, 4. fl. og yngri og 5 fl. og eldri. Kappingin er partur av Barna Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya.

Les meira »

Styrkilistar dagførdir

Nøkur feløg hava valt at dagføra sínar styrkilistar. Dagførdu styrkilistarnir eru at finna her: Styrkilistar 2023/2024 – Talvsamband Føroya (faroechess.com)

Les meira »

Úrslit og myndir frá BGP3 á Strondum

Seinasta sunnudag, 7. januar, var barnakvikkapping í bygdahúsinum á Strondum. Hettar var 1 út av 10 Barna Grand Prix kappingum. 2 kappingar vóru í 2023, sum telja við í Grand Prix kappingini. Hesar vóru NM undankappingarnar báðar, sum vóru 11. og 18. november. Síðani verða 7 kappingar afturat í 2024 (sí kappingarkalendaran her).

Les meira »

Javnleikur í toppdysti

Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi – Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.   Allir dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í stórum felagsumfari í Vestmanna í gjár.    Komið er nú hálva leið í landskappingini í talvi.

Les meira »

Innbjóðing: Barna Grand Prix 07/01

Komandi sunnudag, 7. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Bygdahúsinum á Strondum. Talan er um eina út av 10 kappingum, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin á strondum byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.

Les meira »

Felagsumfar í liðkappingini

Leygardagin 6. januar verður 5. umfar telvað í liðkappingini. Allir dystir verða telvaðir í Miðnámsskúlanum í Vestmanna. Byrjað verður at telva kl. 11.00.

Les meira »