Høgni á odda

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er nú á odda í FM-kappingini í talvi.    Í fimta umfari í gjárkvøldið vann Høgni á Andrias Danielsen úr Tofta Talvfelag, og hevur nú 4½ stig. Luitjen Akselsson Apol, sum byrjaði so væl, hevur nú telvað seinastu tvey talvini jøvn, og er tí eitt hálvt stig aftari. Í gjár mátti Luitjen sættast við javnt móti Heðini Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag.

Les meira »

Luitjen og Høgni javnir

Eftir fjórða umfar í FM-kappingini í talvi sunnudagin stendur á jøvnum í oddanum millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.

Les meira »

Luitjen á odda

Yngsti telvarin í Landsliðsbólkinum er fremstur eftir fyrstu trý umførini í FM-talvkappingini fyri einstaklingar í Runavík.

Les meira »

Skert FM

Nú skal føroyameistarin í talvi 2020 finnast.   Tvær ferðir hevur korona lagt meinbogar í vegin fyri FM-kappingini fyri einstaklingar í ár, men nú verður roynt á triðja sinni. Vanliga verður telvað á páskum, men tað var av ongum, tí á grækarismessu herjaði korona á okkum. FM-kappingin var ásett av nýggjum til at byrja tíðliga í august, men tá breyt farsóttin út aftur.

Les meira »

Skráin fyri FM

Paringarnar til FM fyri einstaklingar eru tøkar á: her Av praktiskum orsøkum eru smávegis broytingar í skránni. Skráin fyri unglingar er niðanfyri skránna hjá Landsliðsbólkinum og Almenna bólkinum. Aftaná síðsta umfar leygardagin 31. okt verður nátturði og steypahandan.

Les meira »

Sandavágur økir

Sandavágs Talvfelag styrkti í dag um leiðsluna í landskappingini í 1. deild. Við skerdum liði vunnu vágamenn 3-1 í toppdysti móti klaksvíkingum.

Les meira »

Sandavágur á odda

Landskappingin í talvi millum feløg er byrjað aftur. Í morgin sunnudagin er triðja umfar á skránni.   Í 1. deild hevur Sandavágs Talvfelag fingið bestu byrjanina. Vágamenn hava vunnið báðar dystirnar ruddiliga, og lagt seg greitt á odda. 

Les meira »

Talvkapping á netinum

Leygardagin 10.10.2020 kl. 19:00 verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »