Innbjóðing til FM fyri einstaklingar

Klaksvíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2021. Kappingin verður á Skúlatrøð í døgunum 27. mars – 2. apríl  2021.

Les meira »

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Vágamenn eru aftur á ovastu rók í føroyskari telving.    Avgerandi finaludysturin um FM-heitið í landskappingini millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag á Giljanesi í dag endaði javnur 2-2. Tað rakk hjá vágamonnum, tí skuldi Havnin endurvinna meistaraheitið var kravið, at teir vunnu dystin í dag í minsta lagi 3-1.   Tað gekk tann vegin, tí havnarliðið legði seg á odda 1-0, og økti síðani til 2-0. Men so tók dysturin eina vend.

Les meira »

Sandavágur og Havnin telva finalu í morgin

Nú í tíggju ár hevur landskappingin í talvi fyri feløg staðið millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Feløgini hava eftir tørni vunnið øll tíggjuárini. Tjúguárini byrja við sama lag.  Eins og undanfarnu árini er so stutt millum oddaliðini bæði fyri seinasta umfar, tá tey fara undir seinna sínamillum dystin, at hesin innanhýsis dysturin fær aftur støðu sum finala.

Les meira »

Stovna talvfelag í Suðuroynni

Nú verður stig tikið til at stovna talvfelag í Suðuroynni. Spírin til talvfelagið er á Tvøroyri, og er sprottin av kvøldskúlaundirvísing í talvi. Undangongumenn hittust í dag í Salt á Drelnesi.

Les meira »

Seinasta umfar í liðkappingini

FM endabresturin í Liðkappingini 2020/21 verður telvaður í skúlanum á Giljanesi, leygardagin 13. mars. Byrjað verður kl. 10.00. Korona tilmælini verða fylgd.

Les meira »

Unglingar 2020/21

Í vetur var unglingaliðkappingin sett á skrá aftur fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Tað er einki at ivast í, at um telvingin í Føroyum framhaldandi skal mennast, so mugu ungar kreftir setast við, og tí er gleðiligt at síggja so góða umboðan og luttøku í ár.

Les meira »

Snarkapping í Runavík

9’inda og næstsíðsta GP-kapping verður telvað í skúlanum við Løkin leygardagin. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Helgi vann søguligt talv

Í dag settust tveir stórmeistarar yvirav hvør øðrum í einum dysti millum tvey lið í føroysku landskappingini. Tað er ikki hent fyrr.    Í 1997 mannaðu tveir sterkir útlendskir telvarar toppborðini í oddadysti millum Klaksvík og Kollafjørð. Tá vann enski stórmeistarin Stuart Conquest á svenska altjóða meistaranum Tiger Hillarp Persson. Sviin, ið tá virkaði sum leikandi venjari hjá Kollafjarðar talvfelag, gjørdist stórmeistari tvey ár seinni.

Les meira »

Nýggi stórmeistarin gjørdi bart

Við nýggja moldovska stórmeistaranum sum oddamanni eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag sunnudagin at steðga sigursgonguni hjá vágamonnum í landskappingini í talvi. Dysturin á Giljanesi í áttanda umfari millum Sandavág og Klaksvík endaði javnur 2-2. 

Les meira »

Terji Petersen vinnari av Kjølur Open

Íalt 33 telvarar luttóku Kjølur – Open, sum bleiv telvað í Spaniustovu í Klaksvík í vikuskiftinum. Í hugnaligu hølunum kappaðust telvarar í øllum aldursbólkum og nakrir telvarar fingu roynt seg á fyrsta sinni til kapping av hesum slagi.

Les meira »