Umdysturin beinleiðis

Talvini verða víst beinleiðis á http://live.faroechess.com/live.html FollowChess Landsliðsbólkur FollowChess Unglingabólkur https://www.chessbomb.com/arena/2021-faroese-chess-championship https://live.chessbase.com/watch/fai-ch-master-tb/ https://live.chessbase.com/en/Watch?id=FAI-ch-Master-TB https://live.chessbase.com/en/Watch?id=FAI-ch-Youth-TB-2021 https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/faroese-championship-2021

Les meira »

Tólvti FM-umdysturin í hálva øld

Síðani farið var undir árligar FM-kappingar fyri einstaklingar í talvi í 1972, er tað við jøvnum millumbili komið fyri, at neyðugt hevur verið við umdysti, tí tveir ella fleiri eru endaðir javnir í oddanum.   Soleiðis er aftur í ár. Tá sjeynda og síðsta umfar í FM-kappingini í Klaksvík var av í gjár, endaðu Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag javnir á fyrsta plássi í Landsliðsbólkinum.   Teir fara tí at telva umdyst um FM-heitið í dag. Byrjað verður klokkan 14.00.

Les meira »

Umdystur um FM

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag skulu í morgin páskaaftan telva umdyst um FM-heitið 2021. Teir endaðu javnir í oddanum í landsliðsbólkinum við seks stigum hvør.    Sjeynda og seinasta umfar í árligu FM-stevnuni í talvi fyri einstaklingar, sum Klaksvíkar Talvfelag hevur skipað fyri nú um páskirnar, var avgreitt á Skúlatrøð í dag. Men liðugt er kortini ikki enn, tí umdystur verður um FM-heitið í morgin páskaaftan – bæði hjá teimum vaksnu og teimum ungu.

Les meira »

Umdystir um Føroyameistaraheitini

Dagsins úrslit í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum lagaða seg soleiðis, at neyðugt verður við umdysti. Í landsliðsbólkinum eydnaðist tað Høgna Egilstoft Nielsen at vinna á Hans Kristiani Simonsen, samstundis sum Martin Poulsen vann á Samsoni Højgaard. Høgni og Martin endaði tískil javnir á 1. plássi við 6 stigum hvør.

Les meira »

Tríggir kunnu vinna

Tað er spenningur við lít fyri seinasta umfar í FM-kappingini í talvi í morgin Langa fríggjadag.    Kappingin stendur millum tríggjar telvarar, ið allir kunnu strúka avstað við FM-heitinum. Tað er stórur møguleiki fyri, at tað kemur at standa á jøvnum millum tveir av hesum trimum, soleiðis at FM-heitið skal avgerast við umdysti. Um so er, verður avgerðin at bíða til páskaaftan leygardagin.

Les meira »