Olaf Berg vinnari av Grand Prix !

906786_501988969865323_167342950_o

 

Olaf Berg var toppskorari á HT-liðnum í liðkappingini, vann FM fyri einstaklingar á Páskum og til GP-finaluna á Toftum,lat hann ongan iva vera um úrsliti. 8 stig av 9 møguligum og suverenur vinnari av GP 2012/13.

Les meira »

Frásøgn frá DM 2013

HDZ_DM2013

HDZ_DM2013

Árliga DM-kappingin í talvi varð hildin í døgunum 23. – 31. mars á ráðstevnudeplinum Konventum í Helsingør. Hetta er sama stað, sum stóra Politiken Cup kappingin hevur verið hildin seinastu árini, og sum áður eydnaðist tað fyrireikarunum at skapa eitt frálíkt kappingarumhvørvi. Við analysuborðum á hvøjum horni, ókeypis te og kaffi, talvbókahandli og einari talvbarr, har telvarar kundu telva snar, analysera og fylgja við talvunum úr kanditatkappingini í London, vóru allar fortreytir fyri røttum talvhugna til staðar. Men serliga kappingar- og áskoðaraumstøðurnar vóru framúr.

Landsliðsbólkurin telvaði í einum fyrilestrasali, har talvini vóru víst á stórskíggja, og áskoðarar kundu seta seg at fylgja gongdini. Flestu teirra valdu tó at fylgja talvunum á einum øðrum stórskíggja í einum øðrum fyrilestrasali, har viðmerkjararnir FM Per Andreassen og GM Jacob Aagaard greiddu frá og kjakaðust um tær ymsu støðurnar. Sum telvararnir vórðu lidnir, komu flestu teirra eisini framvið at siga frá um talvini, teir høvdu telvað, og annars fylgja við teimum, sum eftir vóru.

 

Les meira »

Føroyski ratinglistin, 05.04.2013

Ratinglisting, 05.04.2013 Ratinglisting, 05.04.2013 Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2466 17 2 IM John Rødgaard VT 2357 3 IM John Arni Nilssen KTF 2351 4 Olaf Berg HT 2284 12 5 Jóan Hendrik Andreasen HT 2252 6 FM Flóvin þór Næs HT 2248 7 Rógvi E. Nielsen ST 2225 8 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 9 Martin Poulsen HT 2215 21 10 Ólavur Simonsen KTF 2211 10 11 Sjúrður Thorsteinsson VT 2179 12 Eyðun Nolsøe KTF 2164 12 13 Heini Danielsen SF 2160 14 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2152 -10 15 Bogi Ziska HT 2150 16 Høgni Egilstoft Nielsen ST 2106 34 17 Torkil Nielsen ST 2093 18 Torbjørn Thomsen VT 2092 19 Hans Kristian Simonsen HT 2089 -15 20 Jens Christian Hansen TT 2088 21 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2064 22 Wille Olsen KTF 2052 23 Steintór Rasmussen KTF 2042 24 Finnbjørn Vang KTF …

Les meira »

FM uppdateringar – 9. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

 

FM update:

Veni, vidi, vici!

Olaf kom, sá og sigraði í tí mest kompromisleysu FM kapping, eg haldi meg minnast. 

Av teimum 45 talvunum tilsamans, endaðu einans fimm við javnleiki! Tað týður uppá ein heilt einastandandi kampvilja, ein eirindaleysan vilja at vinna, og uppá nógva orku, kreativitet og sjálvsálit í ólukkumát.

Les meira »

FM uppdateringar – 8. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

All-in umfør í morgin!

Í dagsins umfari býttu Eyðun og Olaf enn einaferð um pláss. Men hendan russiska rouletta fær skjótt eina enda, tí nú er bert eitt umfar eftir. Olaf kann gera alt av sjálvur við at vinna á Eyðuni, sum í sínum lagi má levera eitt al-in talv, um 1. plássið skal verða ein møguleiki. Spæla teir báðir javnt, kunnu bæði Martin og Høgni koma upp á sama stigatal sum Olaf.


Les meira »

FM uppdateringar – 7. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

My name is Gladiator!
Maximus

FM kappingin á Argjum setur søguligt met í hesum døgum. Í heili fýra umfør á rað er ikki ein tann einasti javnleikurin follin! Ongantíð fyrr hevur telvingin verið so kompromisleys.

Luttakararnir í landsliðsbólkinum hava stutt sagt uppgraderað seg sjálvar frá nørdutum smáremiserandi telvarum til fullskala gladiatorar!

Eingin teirra er bakkaður undan, um Commodus í dag hevði hóttandi hvest: ‘Slave, remove your helmet and tell me your name.’ Nei, teir hava hvør sum ein svarað: ‘My name is Maximus Decimus Meridius, the Gladiator!’

Les meira »

FM uppdateringar – 6. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

Fallið - og uppreisnin!

Herluf - must you betray me with a kiss? 

OK. So dramatiskur nýtist ein ikki at vera, og tó! Tí størsta sjokkið í fyrra umfari í dag stóð Herluf Hansen fyri, tá hann heilt óvæntað gjørdi av við nýsligna oddvitan og býfelagan Olaf. 

Les meira »

FM uppdateringar – 5. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

Non pace - ad mortem!

‘I've been a puppet, a pauper, a pirate,
A poet, a pawn and a king (!)
I've been up and down and over and out
But I know one thing:
Each time I find myself flat on my face,
I pick myself up and get back in the race’

Soleiðis sang Frank Sinatra fyri 40 árum síðani, og soleiðis telva teir á Argjum í dag!

 

Les meira »

FM uppdateringar – 4. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

FM kappingin í ljósum loga!

So festi í úti á Argjum! Big time! Burtur eru allar høviskheitir, stuttir javnleikir, smáprát, fjas og fjant. 

Tí nú verður kempað til lív ella deyð! Einki talv endaði javnt! Svartur vann heili fýra av teimum fimm talvunum, og sjálvdan er so nógv talvkaos framleitt uppá eitt umfar! 

Nei! Argir er ikki fyri sartar sálir hesi páskini!

Les meira »

FM uppdateringar – 3. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

Havnin og Klaksvík í oddinum!

Í einum knallhøðrum triðja umfari varð støðan í landsliðsbólkinum sprongd sundur og saman, og nú kunnu heilir seks av teimum 10 luttakarunum reelt stríðast um føroyameistaraskapin, hóast toppurin í støðuni beint nú líkist eini uppgerð millum Havnina og Klaksvík! 

Les meira »