Aðalfundurin

Aðalfundur  á Toftum 7. sept 2013

Skrá sambært lógunum:

  • Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári

  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

  • Nevndarval

  • Val av 2 grannskoðarum

  • Val av 2 dómsnevndarlimum

  • Innkomin uppskot

  • Limagjald

  • Ymiskt

Les meira »

Úrslit GP1 og 2

2

Talvárið er so smátt farið ígongd, og tvær tær fyrstu Grand Prix kappingarnar hava verið.

 

Tann fyrsta, sum var ein snarkapping, varð hildin í Klaksvík. 

Sjálvt um tunnilsdagur var og hópin av fólki í býnum, so møttu bert 8 telvarar í Skákinum.

Slaktið hevur helst eisini havt sína orsøk; ikki bert góðu tilboðini í handlunum. 

Les meira »

Frásøgn frá Riga Technical University Open

HDZ

HDZ

Riga Technical University Open (RTU Open) varð hildin í døgunum 5. – 11. august 2013. Kappingin er vaksin nógv, síðan hon fyrstu ferð varð hildin í 2011, og í ár tóku 173 telvarar lut, harav 27 stórmeistarar og 27 altjóða meistarar. Eg var styrkismettur sum nummar 30. Fyrireikararnir høvdu sett ratingkrav á 1800 fyri at sleppa við, og tað gjørdi sítt til, at støðið var væl hægri, enn vanligt er í so stórum kappingum.

 

Les meira »

John Rødgaard, 200 landsdystir !

fai-isl

 
Seinni landsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði við 4 -6 sigri til Ísland.
 
Føroyingar vóru eitt vet veikari mannaðir til seinna dystin, men tað skal einki takast frá íslendsku gestunum,
sum fingu uppreisn eftir stórtapið fríggjadagin. Samanlagt vinna Føroyar vinarlandsdystin við 12½ stigum móti 7½ stigum.

Føroyar – Ísland 8½ – 1½

 

Í fyrra vinarlandsdystinum millum Føroyar og Ísland legði føroyska liðið hart út, og hølvaði Ísland av 8½ - 1½.

Føroysku telvararnir telvaðu trygt og væl, og sjálvt um íslendingar als einki hepnið høvdu hendan dagin, so var
sigurin fult uppiborin. Hetta er størsti sigur Føroyar hava vunnið á Íslandi nakrantíð !

Les meira »